Politikkur

Ein sterk manning av nýggjum og royndum valevnum

...

2016-09-09 20:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

3.uppstillingarfundur hjá Havnar Framburðsfelag til býráðsvalið í Havn var í gjár. Sera nógv fólk vóru møtt á fundi, og fundurin var avbera góður við góðum kjaki. ?? fundinum varð avgjørt, at tey, sum bjóða seg fram at stjórna Tórshavnar kommunu komandi 4 árini eru hesi:

1. Sjúrður Olsen, býráðslimur, Argir.

2. Bogi Andreasen, býráðslimur, Tórshavn.

3. Jan Christiansen, skúlastjóri, Hoyvík.

4. Rói Poulsen, søluleiðari, Argir.

5. Joan Neshamar, skúlastjóri, Tórshavn

6. Eyðun Poulsen, formaður í Huxa, Argir.

7. Vivie Kirke Davidsen, umhvørvismálsviðgeri, Tórshavn.

8. Hans Silvan Johannesen, arbeiðsleiðari hjá Landsverk, Kollafjørður.

9. Ruth Fjallsa, handilsleiðari, Tórshavn.

10. Fróði Olsen, sølumaður, Argir.

11. Jutta í Horni Hansen, ráðgevi cand. Jur., Tórshavn.

12. Jógvan Thomsen, sølumaður, Kaldbak.

13. Sunniva Bjarnastein, grannskoðari, Tórhavn

.

Nevndin í Havnar Framburðsfelag fegnast um at hava fingið ein so góðan, fjølbroyttan og sterkan lista við fólkum við ymiskari bakgrund og drúgvum royndum. Avgjørt varð á fundinum, at nevndin avgerð sjálv tey síðstu valevnini.

Stevnan til komandi býráðsval verður at fáa ein nýmótans bý, har tað skal verða gott hjá øllum at búleikast, ungum sum eldri, leikum sum lærdum. Dentur verður lagdur á m.a.:

1. Eitt framkomið og dygdargott eldraøki

2. Eitt sterkt vinnulív við góðum kørmum, har vinnan fær bestu treytir at virka undir.

3. Skynsaman og gjøgnumskygdan fíggjarpolitikk. Pengarnir skulu út aftur til fólkið

4. Børn og ung. Tað skal vera trygt og mennandi hjá børnum og ungum at búleikast í kommunni.

5. Grønur umhvørvispolitikkur og grønar orkuloysnir á øllum økjum.

6. Bygdirnar í Tórshavnar kommunu skulu hava høga raðfesting.

Leygardagin 10. sept kl 10 verður fundur fyri valevnunum, har endaliga valskráin hjá Havnar Framburðsfelag verður tilevnað. Endaliga valskráin verður løgd alment fram í næstum.

Vegna Havnar Framburðsfelag

Nevndin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder