JN

Ein serlig løta, at hitta henda fryntliga og eygagóða ungling í Sandavági mikukvøldið

...

2015-09-12 12:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eyðstein Poulsen úr Klaksvík skrivar á Facebook í gjárkvøldið, um hendingina í Klaksvík, tá ið Karl Mouritsen small um, og tá ið hann hitti Karli aftur mikukvøldið á Valloyruni í Sandavági. Við loyvi frá Eyðsteini endurgeva vit tað hann skrivaði.

Ein serlig løta, at hitta henda fryntliga og eygagóða ungling í Sandavági mikukvøldið.

Eg var í Sandavági mikukvøldið við U14 hópinum hjá KÍ, har teir leiktu dyst móti 07vestur. Tá dysturin var liðugur, kemur ein fryntligur smæðin unglingi spákandi yvir um vøllin. Síggi, at hann gongur beint ímóti, har vit standa. Tá unglingin nærkast, síggi eg, at hetta er drongurin, ið setti hvøkk á okkum mongu, ið vóru til dyst millum U16-liðini hjá KÍ og 07vestur sunnudagin 16.08 í Klaksvík.

Eg gangi ímóti dronginum, og vit hittast við einum stórum smíli, taka í hondina á hvørjum øðrum og við einum vinarligum klemmi takka vit fyri síðst. Fyrsta drongurin sigur, er "túsund takk fyri hjálpina" - Ikki er tað frítt, at mann blívur eitt sindur rørdur, tí ta vóru ikki tær hugnaligastu umstøðurnar, ið vit hittust undir síðst vit hittust.

Sunnudagin 16.08.15 var - sum sagt - dystur í Klaksvík millum U16-liðini hjá KÍ og 07vestur. Eg sat í skýlinum norðanfyri vøllin og fylgdi við í dystinum, meðan ??li - frumborni leikti á vøllinum. Nakað inn í seinna hálvleik, smellur ein leikari hjá 07vestur um. Hetta hendir beint undir KÍ-høllini. Mátin hesin unglingi fellur uppá sær álvarsligur út, og eg flyti meg beinanvegin oman móti vøllinum, og geri meg kláran at hjálpa, um tað gerst neyðugt. Tá eg síggi á fólkinum rundanum dreingin hinumegin vøllin, at støðan er álvarsom, klúgvi eg upp um girðingina og renni yvir um vøllin.
Tá eg komi yvir til dreingin, hava fólk longu staðfest at einki lív er í. Eg opni munnin fyri at tryggja, at tungan ikki er farin í hálsin. Hann er bláur og støðan er kritisk. Venjarin hjá 07vestur hendan dagin ger klárt til fyrstuhjálp saman við mammuni hjá einum av leikarunum hjá 07vestur. Á ein ella annað hátt verða tað vit trý, ið koma at arbeiða upp á dreingin. Fólk á staðnum traðka til á øllum postum, og okkara leiklutur gjørdist at veita fyrstuhjálp.

Fyrstu løtuna liggi eg á vøllinum og eygleiði, meðan venjarin blæsur í dreingin, og tann eina mamman trýstir hart og javnt niður á bringuna á dreinginum. Tá ein løta er farin, skiftast vit, soleiðis at venjarin nú trýstir á bringuna, og eg blási í dreingin. Venjarin telur hart og týðiligt upp í 15 ??? Eg fylli mær lunguni við luft, taki við høgru hond um nøsina, fyri at tetta, eg lyfti høkuna við vinstur hond, og fylli lunguni hjá dreinginum við mínari luft.

Tíðin gongur, og tankarnir flyta seg meir og meir yvir á ta kenslu, at vit hava mist henda neyðars drong úr okkara hondum. Við jøvnum millumbili røri eg við mínum ringfingri á høgru hond við eyga á dreinginum fyri at kanna eftir, um lív er..... einki hendur.

Tað tykist sum um, at arbeiðsfriðurin er nærmast óhugnaligur. Nógvir tankar fara ígjøgnum høvdi, men einasta eg hoyri, er venjarin hjá 07vestur, ið telur upp í 15, so eg aftur kann blása. Tá umleið 3 minuttir eru gingnir, og eg hoyri venjarin sigur 13 ??? 14 - 15, blási eg aftur í dreingin. Tá eg havi tømt lunguni, føli eg eitt rykk í dreinginum ??? Eg røri við eyga, og hann blinkar. Hann nærmast klípur mín fingur við eygnalokinum. Eg rópi hart ???Hann er her??? Kenslan av at rópa hesi óveruligu boð, var undarlig.

Nú blivu vit fleiri um dreingin. Vit løgdu hann í eina trygga legu, men lívið tyktist veikt og trilvandi í dreinginum. Vit hoyra sirenur frá ambulansanum, og júst sum ambulansin kemur inn á vøllin, steðgar hann aftur at anda. Portørarnir koma út úr ambulansanum, og gera klárt við hjartastartara. Tað eydnast við hjartastartara at fáa lív aftur í dreingin, og fáa hann inn í ambulansan, ið koyrdi beina leið út á Klaksvíkar Sjúkrahús.

Løtu seinni fingu vit boð um, at fólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi høvdu tosa við dreingin, og støðan var stabil. Eini góð boð, ið vit seint fara at gloyma.

Eftir stendur mann við tí kenslu, at tað er munur á at geva fyrstuhjálp, tá útfallið er lívið og ikki deyðin. Deyðin er bert ein andadrátt frá lívinum, einki er so veruligt sum tað.

Hesin fitti fryntligi unglingi slapp við skrekkinum, og vit øll fingu eina áminning. ??tfallið varð gleðiligt, og vónandi fer hann einaferð at lyfta 07vestur upp aftur í fremstu deildina.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder