Politikkur

Ein savnandi høvuðsstaður

...

2017-02-24 16:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú tað gongur so væl í Føroyum, haldi eg, at tað er umráðandi, at vit fegnast um, at so stór framstig henda. Eisini her í Tórshavnar kommunu hendir nógv, og vit arbeiða miðvíst við at brynja okkum til framtíðina. Tí haldi eg, at vit mugu royna at sleppa burtur úr rákinum í seinastuni, har politikarar uttan fyri Havnina leggja eftir høvuðsstaðnum.


Uppskotið um at flyta arbeiðspláss úr Havnini, sum nú skal viðgerast í Tinginum, er eitt dømi um, at vit mugu rætta kósina og minnast til, at hetta er okkara felags høvuðsstaður, og at Havnina eiga allir føroyingar.

Tankin at skula taka arbeiðspláss úr Havnini og staðseta tey ymsastaðni í landinum er vælmeinandi. Men eg eri sannførdur um, at hetta hevði verið eitt stórt afturstig fyri okkum øll. Høvuðsstaðurin er atdráttarmegin, og tað er her, tað ber til at fáa eitt umhvørvi við persónum, sum skapa neyðugar tænastur til allar føroyingar. Fólk úr øllum landinum og útisetar eisini leita móti Tórshavnar kommunu, tí her síggja tey møguleikan fyri at skapa sær eina góða og trygga tilveru í einum rúmligum høvuðsstaði. Latið okkum loyva fólki at gera hesar dreymar til veruleika.

Savna heldur enn spjaða
Tíðirnar eru góðar, og tí átti tað at verið lætt at savnað seg um alt tað góða, sum hendir bæði í høvuðsstaðnum og so sanniliga eisini aðrastaðni í landi okkara. Her er so nógv gott at byggja á. Tað er fínasta slag, at hugt verður til Havnar eftir øllum møguleikunum her, men tað átti at verið óneyðugt at fara undir at flyta allar møguleikarnar úr Havnini. Eingin vissa fæst fyri, at tað, sum riggar í Havn, fer at rigga, tá ið virksemið fyri beint úr Havnini.

Latið okkum standa saman heldur enn at spjaða.

Arbeiðið at byggja út Eystaru bryggju er farið ígongd. Hetta er ein stór og neyðug íløga, sum vit í Havnini kortini hoyra nógva ónøgd um uttan fyri høvuðsstaðin. Men veruleikin er tann, at á verandi bryggju er rætt og slætt ikki pláss fyri fleiri bingjum, og tí er tað alneyðugt, at vit víðka um fermetrarnar á havnarøkinum soleiðis, at vit megna at taka ímóti framtíðar vøkstri.

Og alt bendir á, at hesin vøksturin verður stórur, og tí er tað mín vón, at arbeiðsplássini í Havn fáa frið, og at vit øll fegnast um, at Tórshavnar kommuna gongur at odda við eini havnarútbygging, sum møtir framtíðar tørvi, har farmaskipini og ferðamannaskipini verða størri og krøvini til atløgubryggju og tænastur somuleiðis verða tað.

At Havnin veksur, at nógv fólk arbeiða her, og at vit nú byggja havnarøkið út, tað er alt við til at framtíðartryggja Føroyar, har vit eisini megna at skapa nýggj og spennandi arbeiðspláss til børn okkara.

Bogi Andreasen
formaður í Vinnunevndini

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder