Politikkur

Ein ???falliterklæring??? frá Javnaðarflokkinum

...

2016-08-18 21:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú Javnaðarflokkurin situr við stýrisvøl i Tórshavnar kommunu er einasta boðið uppá loysnir á eldraøkinum at flyta hetta aftur til landið. Hetta kom fram í DogV í kvøld, har tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, sum nú bjóðar seg fram til kommunuvalið í Havn, róði framundir, at eldraøkið átti at verða flutt aftur til landið at umsita. Hetta er als ikki gott nokk. Mær vitandi situr Javnaðarflokkurin við øllum valdinum til tess at betra um korini hjá okkara eldru

Kundi heldur hugsa mær at hoyrt tingfólk hjá Javnaðarflokkinum, sum ætla sær at stýra Tórshavar kommunu, hvørjar loysnir og tænastur, tey síggja fyri sær á eldraøkinum í kommununi. Men kanska er hetta ein ov stór uppgáva hjá Javnaðarflokkinum, sum hevur met í tingfólkum, sum ætla sær at stýra Tórshavnar kommunu komandi árini, samstundis sum tey sita í Løgtinginum. Vónandi fær eldraøkið hægri politiska raðfesting enn hetta i Tórshavnar kommunu eftir valið, har tey eldru koma í fremtu røð og verða eitt nú tikin framum keyp av almennum bygningum fyri 100 tals mio, sum Javnaðarflokkurin hevur staðið á odda fyri hesi seinastu árini.

Annika Olsen

Tingkvinna fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder