
Almannaverkið bjóðar til almenna móttøku fríggjadagin 12. februar millum 15 og 17 í sambandi við, at nýggja Hjálpartóla- og endurvenjingarmiðstøðin er tikin í nýtslu.
Í nýggju Hjálpartóla- og endurvenjingarmiðstøðini á Smyrilsvegi 14 í Havn fær Almannaverkið munandi betri hjálpt borgarum í Føroyum við skerdum førleikum. Nýmótans hølini tryggja borgarum bestu og mest framkomnu hjálpartólini, málrættaða endurvenjing og røttu umstøðurnar til fakfólk at samstarva um tørvin hjá tí einstaka.
Hjálpartóla- og endurvenjingarmiðstøðin fer eisini at geva bæði Almannaverki og kommunum ein skynsamari rakstur, so hvørt sum nýmótans hjálpartól og endurvenjing hjálpa alt fleiri borgarum til eitt innihaldsríkari og meiri sjálvbjargið lív.
Hjálpartóla- og endurvenjingarmiðstøðin er innrættað til tørvin og er eitt stórt framstig fyri Almannaverkið. Í nýggju hølunum er eitt nú:
· Hjálpartólaframsýning har til ber at royna ymsu tólini
· Tvær venjingarstovur
· Framkomin royndarkøkur og baðiverilsi
· Nýmótans hjálpartólagoymsla og verkstaður
· Skrivstovu- og fundarhøli
Í Hjálpartóla- og endurvenjingarmiðstøðini starvast 22 starvsfólk. Talan er um fólk, sum hava goymsluna um hendi, teknikarar, ergoterapeutar, fysioterapeutar og sosialráðgevar.
Á móttøkuni fríggjadagin 12. februar millum 15 og 17 verður møguleiki at síggja nýinnrættaðu hølini, heilsa uppá starvsfólk og at síggja og royna ymisk hjálpartól.
Skrá:
· Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum
· Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum
· Martin Joensen syngur og spælir
??ll eru hjartaliga vælkomin.
Vinarliga
Almannaverkið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald