2017-03-03 09:42
Trupuleikar á Landssjúkrahúsinum verða ikki loystir við at oyðileggja vælvirkandi sjúkrahúsið í Klaksvík.
Tað sum als ikki var við í arbeiðssetninginum, verður nú tað fyrsta, sum landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg ætlar at gera. Hon ætlar at skipa alt sjúkrahúsverkið sum eina organisatión við einum ovasta leiðara. Í praksis verður tað hesin, sum tekur avgerðirnar.
Leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi við bestu trivnaðarkanningini, bestu skoðsmálum í spillfeskari dygdarmeting og sum ongar trupulleikar hevur við at fáa læknar, skal niðurlagast ! Alt skal nú stýrast úr miðstaðarøkinum. Um hetta var í privata vinnulívinum, so høvdu slíkar disponeringar fingið avleiðingar. Never change a winning team. Bara ein ovasti leiðari .Landsstýriskvinnan sigur, at lokalu staðbundnu leiðslurnar eisini vera í organisatiónini. Men tað er ein og bara ein ovasti leiðari, og tað er hann, sum tekur avgerðirnar fyri øll trí sjúkrahúsini.
Hvar er javnaðarflokkurin í hesum ? Javnaðarflokkurin, sum ferð eftir ferð, bæði áðrenn og eftir valið førdi seg fram við , at vit skuldu hava lokalar leiðslur á øllum trimum sjúkrahúsunum. So seint sum 3. Januar 2017 gjørdi løgmaður Aksel Jóhannesen greitt í Degi og Viku, at hann tók ikki undir við tilmælinum um eina leiðsla í sjúkrahúsverkinum.
Gongur sum landsstýriskvinnan vil, so verður settur ein ovasti leiðari fyri øll trí sjúkrahúsini.
Fyrst bleiv føðideildin tikin av Klaksvíkar Sjúkrahúsi og nú er ætlanin at hava eina leiðslu fyri øll trí sjúkrahúsini.
Nei henda samgonga hevur ikki verið góð fyri Norðurøkið. Fyrst arbeiðsplássini hjá sjómanninum á uppboðssølu og nú byrjanin til niðurlaging av Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Elsebeth Mercedis GunnleygsdótturLøgtingskvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald