Nú tá serlæknafelagið hevur meldað út at tað mangla útvið 50 læknar í Føroyum, er tað avgjørt nakað sum eigur at fáa hægstu raðfesting. Framhaldandi sigur serlæknafelagið, at hetta kann hjálpast um uppá við at seta 50 milliónir á eina konto, til lønir, soleiðis at pengar eru klárir so hvørt serlæknar søkja starv. Hetta eigur at vera gjørt beinavegin. Tá ið talan bert er um lønir, kemur útvið helvtin beinleiðis aftur inn í landskassan í skatti og mvg, so tað er í veruleikanum einans 25 milliónir, ið skulu finnast.
Men nú mugu vit ikki bara oysa pengar inní sjúkrahúsverkið, og so einki meir! Framsókn fer at virka fyri, at vit fáa eitt samlað sjúkrahúsverk undir einari og somu leiðslu. Landssjúkrahúsið er og verður meginsjúkahús. Serfrøðin skal taka støðu til, hvør funktión kann og skal vera í Klaksvík og á Tvøroyri. Atlit eigur at takast til gagnið av lokalum arbeiðsplássum, men sjúklingurin skal vera í miðdeplinum. Endamáli skal vera at veita eina góða viðgerð, røkt og tænastu, sum tilber, á einum fakliga og fíggjarliga rationellum grundarlagi.
Sum sagt eigur hetta at finnast á verandi fíggjarlógarkørmum, og við rationaliseringum. Men um tað ikki er møguligt, so muga vit hyggja aðrastaðni, millum annað eftir teimum hørðu vallyftunum. Førir henda uppraðfesting av sjúkrahúsverkinum við sær, at Eysturoyar-, Sandoyar-, og/ella Viðareiðistunnilin verða eitt sindur seinkaðir, ella kanska nólsoyarferjan, so er tað alt líka mikið. Tí tað sum eigur at fáa allar hægstu raðfesting í Føroyum, er heilsu- og sjúkrahúsverkið. So mugu luksus ???trupulleikar??? við at uppraðfesta farleiðir, har farleiðir eru frammanundan, bíða eitt sindur. Eg hava ikki samvitsku at koyra í gjøgnum ein nýggjan tunnil ella sigla við nýggjum skipi, vitandi at tað er fólk í Føroyum sum ikki fáa heilsubót ella ta røkt tey hava brúk fyri.
Karlot Hergeirsson
Valevni, Framsókn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald