2016-11-17 23:21
Tað er okkum ein stór gleði at kunngerða, at Tór-Ingar Akselsen hevur skrivað sáttmála í kvøld, og aftur skal spæla við 07 Vestur, eftir 4 ár uttanlanda. Tór-Ingar hevur spælt 137 dystir og skotið 58 mál á besta liði okkara.
35-ára gamli sandavágsmaðurin hevur seinastu árini verið uttanlanda við familjuni, har tey hava starvast við bíbliuskúla og trúboðan í Florida.
Tór-Ingar var við frá byrjan í 2008, tá felagið bleiv stovnað, og til 2013 spældi hann á besta liðinum, undantikið eitt hálvt ár í 2010, tá hann spældi við HB. Hann er ein av mest leikandi spælarum felagsins, við 137 dystum á besta liði, umframt at hann við 58 málum hevur deilt fyrstapláss við flest málum fyri 07 Vestur.
Hjartaliga væl aftur komin og tillukku við sáttmálanum, tað skrivar 07Vestur á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald