Politikkur

Ein kommuna fyri øll

...

2016-09-18 16:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tórshavnar kommuna fevnir um býin og bygdirnar og tí eigur opinleiki og kunning at leggja lunnar undir at øll eiga eina ognarkenslu í kommununi ??? kenna seg at verða kunnaði og hoyrd.

Tórshavnar kommuna er rík ??? vit hava ein vakran og hugnaligan miðbý, nógv virkin eigarafeløg og snotuligar býlingar. Harafturat hava vit bygdir, ið á ymsan hátt gera sítt íkast til eina høvuðsstaðarkommunu, ið hevur nakað at bjóða øllum.

Men! Vit skulu ansa okkum, at hesir lutir ikki gleppa okkum av hondum. Alt skal haldast við líka og okkurt er at menna. Vit mugu fjálga um og betra trivnaðin í ymsu økjunum og býlingunum, samstundis sum vit bjóða øllum inn í hugnaligan høvuðstað.

Nógvir borgarar hava møguleika at møta á opnum býráðsfundum og til ber eisini at lesa fundarfrágreiðingarnar á netinum. Nú er frammi, at býráðsfundir skulu stroymast. Kanska er tað eitt gott tiltak. Men eg kundi hugsað mær, at býráðslimir eisini komu oftari út í ymsu økini.

Helst ber ikki til at flyta býráðsfundin út í økini, men tá ið mál eru knýtt at ávísum øki, hevði verið hugaligt at fylgt fundarkjakinum í økinum. Staðbundnu nevndirnar áttu at verið stuðlaðar at skipa fastar árligar fundir, ið ikki verða køvdir í valorðum, men geva borgarum møguleika at verða við í kjakinum.

Kommunan bjóðar borgarum at lesa fundarfrágreiðingar, sum t.d. http://www.torshavn.fo/get.file?ID=2441, men mær hevði dámt, at politikkarar onkunsvegna komu nærri og greiddu frá. Á opnum býráðsfundi skal áhoyrarin halda seg tigandi, men í einum almennum fundi ber til at skipa orðaskifti, har øll verða hoyrd.

Í næstum møta politikkarar á ymsum fundum, at bjóða seg fram í vónini at fáa atkvøðu tína. Eg fari somuleiðis at gera tað. Eg ynski veruliga at lurta eftir ynskjum tínum og síðani at gera mítt til at ymsu ynskini verða sett í realistiska raðfesting.

Ymsar greinir í samband við kommunuvalið 2016:

Verkstova um bygdarætlan

Svimjihylur og heitir pottar

Bátadráttur

Aktivitetshøll

Tyrlupallur

Set X við meg
ella lista E

Jákup av Skarði

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder