Vinna

Ein kendur gestur liggur í Kollafirði

....

2016-06-19 14:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ferðamannaskið Marco Polo er eftir hondini ein kendur gestur um okkara leiðir. Skipið kom á Kollafjørð klokkan 8 í morgun, tá tað kom úr Lerwick í Hetlandi. Marco Polo hevur vitja í Føroyum nógv seinastu árini, og var skipið her so seint sum fyri 13 døgum síðani.

Skipið er bygd í 1965, og tað er 176 metrar langt og 24 metrar breitt. Tað eru pláss fyri 650 ferðafólkum, og manningin telur 220 fólk. Skipið siglur undir flagginum hjá Bahamas.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder