Ítróttur

Ein góður fyrsti dagur hjá føroysku badmintonleikarunum til DJO

...

2016-05-14 21:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Innleiðandi dystirnar í einmansleiki eru nú spældir, og okkara leikarir hava kempað seg ígjøgnum ein langan dag.Nógvir dystir hava verið sera tættir og spennandi ??? kappingin er hørð, og leikararnir máttu stríðast fyri einum sigri. Landsliðsvenjarin, Aritra Nandy, er tí sera væl nøgdir við støði,sum teir føroysku leikararnir hava víst.

Hesir leikararnir hava leikt seg víðari;

U15
Í einmansleiki hjá kvinnum spæla Jensa Tórolvsdóttir og Lena Maria Joensen í einari av hálvfinalunum og Sissal Thomsen spælir í hinari hálvfinaluni.
Hálvfinalurnar verða spældar mánadagin.

Í einmansleiki hjá monnum hava Jónas Djurhuus og Árant á Mýrini spælt seg í hvør sína fjórðingsfinalu. Fjórðingsfinalurnar verða spældar í morgin, sunnudag.

U17/19
Í einmansleiki hjá kvinnum hava Gunnva Jacobsen og Sólfrið Hjørleifsdóttir tryggja sær pláss í hvør sínari hálvfinalu, sum verða spældar mánadagin.

Í morgin verða tvímansleikir hjá kvinnum og monnum spældir ??? eins og blandaður tvímansleikur eisini verður spældur í morgin, sunnudagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder