JN

Ein góður dagur fyri Almannaverkið

...

2015-05-18 21:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ráðstevnan "Vit vilja gera mun" eydnaðist framúr væl. Millum 650 og 700 fólk hátíðarhildu 40 ára dagin hjá Almannaverkinum saman við stovninum við fakligum fyrilestrum, kjakfundum og framsýningum. ??ll hava nú møguleika at síggja fyrilestrar og kjakfundir á heimasíðuni hjá Almannaverkinum av.fo

Ráðstevnan var startskotið til nýggju kósina hjá Almannaverkinum samstundis, sum høvi var at fegnast um fjølbroyttu veitingarnar og stóru framstigini seinastu 40 árini. Ráðstevnan var við sínum fakliga innihaldi harumframt dygdargóð førleikamenning fyri starvsfólkið.

Á fakligum fyrilestrum við nøkrum av fremstu serfrøðingum innan almannaøkið í Danmark fingu starvsfólk, samstarvsfelagar og almenningur á ráðstevnuni íblástur og vitan til framtíðina. Harumframt var undan ráðstevununi skipað fyri serligum verkstovum fyri fleiri enn 200 starvsfólkum um nýggjastu vitanina um harðskap á arbeiðsplássinum við chefkonsulentinum Bjarne Møller.

Almennir kjakfundir tóku fram nakrar av stóru avbjóðingunum hjá Almannaverkinum og vælferðarsamfelagnum. Kjakast var um almannaútreiðslurnar í framtíðini, rúmliga arbeiðsmarknaðin, hvussu vit byggja vardar bústaðir og fyrimunir og vansar við GPS tøknini, tá tað kemur til óhjálpin fólk. Kjakfundirnir vóru serliga viðkomandi og áhugaverdir, tí so nógvir serfrøðingar og ábyrgdarfólk í Føroyum vildu taka lut.

Tað var ein serlig løta í forhøllini í Norðurlandahúsinum aftaná døgurða, tá ið landsstýriskvinnan í Almannamálum, Annika Olsen, handaði EL-NET vøkru standmyndina saman við heitinum "Ársins rúmligi arbeiðsgevari."

Framsýningarnar hjá vardu verkstøðunum, endurvenjingarstovunum og við hjálpartólum vóru framúr væl vitjaðar, meðan nógv fólk hugdu at filmum um góðu søgurnar í Almannaverkinum. 40 ára dagurin vísti almenninginum breiddina og fjølbroytnið í Almannaverkinum.

Stroymað var beinleiðis úr bæði Høllini og Skálanum í Norðurlandahúsinum og fleiri enn 500 fólk fylgdu við ígjøgnum dagin. Tilfarið, sum var stroymað, er nú tøkt á heimasíðuni av.fo

Tað er eitt stórt tak at skipa fyri eini so stórari ráðstevnu, men starvsfólk úr øllum stovninum tóku uppgávuna á seg og framdu hana í verki. Samlaði kostnaðurin fyri ráðstevnuna "Vit vilja gera mun" er umleið 500.000 krónur.

Almannaverkið takkar øllum starvsfólkum, samstarvsfeløgum og gestum fyri stóra eldhugan og framfýsnið, sum var so sjónligt á degnum.

Sí myndir her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder