Avtalan inniber nevnuliga, at eygleiðari skal vera umborð, og skipini mugu yvir sokallaði ckeckpunkt fyri yvirhøvur at koma í Russiskan sjógv.
Fyri at fáa eygleiðara umborð, mugu vit hvørja ferð næstan uppá land eftir honum. Hesu ferðina fóru vit inn á eina heilt lítla vík eftir honum.
Vit avgjørdu í síðstu viku at fara í Russiskan sjógv at royna, hóast hesar forðingar, tí fiskaríi í Svalbardøkinum var so ússaligt.
Vit hava kasta aftur í morgun norðanfyri 79.00 N eftir at hava silgt í 5,5 døgn. Góðar 700 fjórðingar eftir eygleiðara og um 600 fjórðingar norðuraftur, har vit ætlaðu okkum at royna ??? t.v.s. góðar 1300 fjórðingar.
Hettar dreyðar seg í veruleikanum bert at flyta um ein longdigrad í sjókortinum millum Svalbardøkið og Russiskt økið.
Vanlig praksis við onnur lond er, at man sendur eina fráboðan via elektroniskar miðlar, um man ætlar at flyta fiskiøkið nakrar tímar frammanundan.
Um nækrar rækjur eru her, vita vit ikki enn, tí her eru ongi skip í løtuni.
Skuldi tað nú hent, at ísur legðist her, og tað er ikki óvanligt hesa árstíðina, so mugu vit sigla returin aftur, fyri aftur at koma í Svalbardøkið.
Tað kann tykjast høpisleyst at flyta hóast hesar forðingar, men vit skullu eisini liva komandi árini, og roynir man onki, so veit man onki.
Nú standa fiskivinnusamráðingar fyri í komandi viku við russar, vit kunnu bert vóna, at man hesuferðina ikki kemur aftur ongul í reyv, hvat avtaluni fyri rækjuskipini viðvíkur.
Livst so spyrst.
Vh. Niklái Petersen, skipari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald