Politikkur

Ein ferðavinna, vit kunnu liva av og liva við

...

2015-08-10 18:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ferðavinnan í Føroyum blómar og er við til at skapa nógv arbeiðspláss. Rákið kring heimin er við okkum og teimum upplivilsum, sum vit kunnu bjóða ferðafólki, sum vitja her á landi.


Eg eri sum føroyingur stolt av at vísa okkara vakra land fram fyri útlendskum gestum og havi sjálv arbeitt innan føroyska ferðavinnu í nýtiárunum. Tað liggur mínum hjartanær, at vit menna Føroyar sum ferðavinnuland við atliti til okkara vøkru náttúru og við virðing fyri okkum, sum búgva her.

Vit mugu menna eina ferðavinnu, sum vit kunnu liva av og liva við. Eina ferðavinnu, sum leggur pening eftir seg, og sum verður ment við virðing fyri náttúruni og fólkinum, sum her býr.

Vit mugu menna røttu karmarnar fyri ferðavinnuna. Týdningarmikið er, at vit hava góðan standard á okkara ferðavinnuprodukti. Til dømis er tørvur á, at kunningarstovur eru har, sum ferðafólkið er og at tær hava opið, tá ferðafólkini eru her.

Eitt gott stig móti hesum er, at ferðavinnan í Vágum herfyri avgjørdi at leggja Kunningarstovuna í Miðvági á flogvøllin. Ferðafólkini eru nevniliga har, tí tey koma til landið við flogfari. Ynskiligt er, at sama verður gjørt t.d. í Suðuroynni. Har eru í dag 2 kunningarstovur, men ongin teirra liggur á Drelnesi, har Smyrli leggur at. Tað er harmiligt. Sama í Sandoynni, har kunningarstovan er á Sandi, men Teistin leggur at á kaiini í Skopun. Í Eysturoynni, erukunningarstovurnar í Fuglafirði og í Runavík, heldur enn við brúnna við Streymin, har øll ferðafólk til Eysturoynna koyra forbí.

Mykines er ein av størstu ferðavinnu upplivingum í Føroyum. Har er tørvur á betri skelting og merking, tá farið verður út í Hólmin. Hetta, fyri at fyribyrgja, at ferðafólkini ganga á vandamiklu eggini og at tey traðka lundaholurnar niður.

Gjógv er enn eitt gott dømi um, at krøv eru sett til t.d. stødd og byggisnið, tá nýtt summarhúsøki varð bygt. Hesi eru bygd við virðing fyri bygdini, soleiðis at býlingurin hóskar inn í umhvørvið í bygdini. Hetta eiga vit at hava í huga, tá slík bygging verður útstykkjað í vøkru bygdunum kring landið. Serføroyska byggisniðið er ein attraktión í sær sjálvum og nakað, sum ferðafólkini koma higar at uppliva og síggja.

Visitfaroeislands hevur gjørt eitt megnar arbeiði at branda Føroyar sum ferðavinnuland. Vit eiga tó eisini í framtíðini at menna ferðavinnuproduktið og seta pening av til íverksetan og ráðgeving innan ferðavinnumenning, herundir útbúgving innan ferðavinnu. Lat okkum saman menna eina burðardygga ferðavinnu, sum vit kunnu liva av og liva við.

Oda Wilhelmsdóttir Andreasen

valevni fyri Framsókn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder