Vinna

Ein býarmynd á havnalagnum burtur

...

2017-09-15 12:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá Vágs kommunu: Ein býarmynd á havnalagnum burtur.

Í fleiri enn hálvthundrað ár vóru Esso-tangarnir á keiini í Vági ein partur av býarmyndini í Vági. Essotangarnir vóru tó tiknir niður í fyri nøkrum árum síðani og nú tangagarðurin eisini tikin heilt burtur.

??kið har tangagarðurin var, verður nú partur av kei-økinum, sum við hesum verður víðkað við útvið 1.000 fermetrum.

Við tað at Bakkafrost er farið undir at gera kryvjivirkið á virkinum í Vági, so er eisini økt virksemi í væntu á havnaøkinum, sigur Anna B. Samuelsen, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini. -Og av somu orsøk hava vit raðfest, at fáa víðkað um økið á havnalagnum og taka burtur gamlar bygningar, sum t.d. tangagarðarnir, sigur Anna B. Samuelsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder