Ítróttur

Ein bulgari royndarvenur við 07 Vestur

...

2017-06-09 16:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Yordan Dimitrov var og royndarvandi við 07 Vestur í gjár, hann skal eftir ætlan royndarvenja í eina viku.

Yordan Dimitrov er 23 ára gamal, og hevur seinastu árini spælt í 1. deild á Malta við Pietá Hotspurs FC. Hann hevur eisini leikt í næst bestu deildini í Bulgaria.

Trygvi Mortensen venjari hjá 07 Vestur sigur, at Dimitrov er ein skjótur offensivur miðvalli, og hann dugir at skjóta mál.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder