Høgni Hoydal:
Orðaskiftið á fólkatingi um Føroyar er pínligari enn pínligt. Og enn pínligari verður tað, tá ið varaløgmaður í sambandslandsstýrinum, sum hækkaði blokkstuðulin, lastar fólkatingsumboð fyri at bidda pengar úr Danmark. Í hesum sjónleikinum køvast okkara ríku møguleikar sum tjóð og land, ið kann virka javnsett millum onnur
Høgni Hoydal
Mátti hyggja fleiri ferðir. Tá ið eg las tær røður og tær samtyktir, ið fólkatingsumboðini úr Føroyum høvdu havt í sambandi við eitt orðaskifti um tann sonevnda ???ríkisfelagsskapin???. Tí væl visti eg, at sambands- og ES-hugsanin hevur verið boðskapurin og málið hjá báðum umboðum. Men ber tað veruliga til, at vit skulu bakka aftur í amtstíðina eftir so stuttari tíð?
Jú, mín sann. Røðurnar og samtyktirnar vóru sum at lesa ???Folketingstidende??? ella ???Amtstidende for Færøerne (Dimmalætting)??? frá tíðini áðrenn fyrra heimsbardaga.
Her varð tosað um og takkað fyri pening og hjálp frá donsku stjórnini. Og biðið um meira. Her var ongin stoltleiki, ongin visjón og ongin trúgv uppá okkara egna fólk og land í heiminum. Hetta er sera pínligt fyri okkum sum tjóð. Og tað skapar ikki virðing millum onnur.
Varaløgmaður og stoltleikin
Enn pínligari og margháttligari verður tað tó, tá ið varaløgmaður, Annika Olsen, fer í miðlarnar at finnast at Edmundi Joensen fyri hansara bidding um pengar úr Danmark. Hon tosar um, hvar ???æran og stoltleikin er???.
Annika Olsen er varaløgmaður í tí samgongu, sum skrivaði undir uppá og var í Danmark fyri at bidda um 150-200 mió. kr. meira um árið. Og sum hevur hækkað blokkstuðilin hvørt ár síðani 2011. Samstundis sum tey hava býtt stórar peningaupphæddir og virðir út til ein part av føroyingum, meðan tey miðal- og lægstløntu hava fingið stóra eykarokning í pensjónsskatti og øðrum.
Hesin sjónleikur, ið gongur fyri seg, hevur bert til endamáls at fjala veruleikan og at rura okkum í øll í blund, so at onki skal henda og tey somu skulu ráða í Føroyum: Danmark og teir sterkastu valdsbólkarnir í Føroyum.
Tann stóri sjónleikurin
Fari tí at loyva mær at lýsa veruleikan, sum hann er:
Landsstýrisflokkarnir í Føroyum og tey føroysku fólkatingsumboðini kappast um at bidda um ymsar peningaveitingar frá Danmark, ið tey vilja brúka til at verða afturvald millum føroysku veljararnar. Afturfyri rósa tey donsku stjórnini og gera alt fyri at fjala tey veruligu og mótstríðandi áhugamálini. Og gera alt fyri at taka av dagsskránni teir ríku og stóru møguleikar, ið vit hava fyri at samstarva og menna okkum sum sjálvstøðugar tjóðir.
Tá ið so leiktjøldini stundum skrædna og veruleikin stendur nakin á pallinum ??? sum tá ið Danmark boykottar Føroyar og tekur avgerðir yvir høvdið á okkum, ið kunnu raka okkum sera meint. ??? Ja, so hoppa og dansa okkara fremstu føroysku umboð uppi á pallinum til tess, at vit skulu hyggja at teimum og ikki skulu síggja veruleikan. Soleiðis at leiktjøldini kunnu dragast fyri aftur, og vit kunnu rurast í svøvn og onki skal henda.
Ongantíð havt so sambandskt stýri í nýggjari tíð
Og veruleikin er tíverri eisini hesin:
Vit hava ongantíð havt eitt so sambandskt landsstýri í nýggjari tíð við Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum á odda.
Tey hava hækkað blokkstuðulin ??? og í einum og øllum svorið Danmark trygdareið. Tey hava miðvíst atkvøtt ímóti og steðgað øllum málum um egna stjórnarskipan og øllum stigum á fullveldisleið.
Tey hava niðurlaðað tjóðarbygging, ið ættarlið hava bygt upp ??? í flogfelag okkara, í bankavirksemi og øðrum stovnum, har enn ikki samskiftið millum nevnd, leiðslu og starvsfólk er á føroyskum í dag.
Tey hava avtikið Landsbankan og flutt meira vald til Danmarkar og ES í fíggjarmálum og lógarmálum (bankastýring, avlurtingarpakkar o.a.).
Tey lata førleikar, ognir og vald fara av landinum í týðandi vinnum ??? fiskivinnu, alivinnu, KT-vinnu, byggivinnu. Og tey høvdu samtykt eisini at geva størstu tunnilsverkætlan nakrantíð og inntøkur í ókomin ár til útlendskar spekulantar (fólksligt trýst steðgaði tíbetur hesum í seinastu løtu).
Og við sínum víðgongda høgrapolitikki undirgrevur landsstýrissamgongan vælferðarskipanir fyri alt fólkið í Føroyum. ??kir um skuldina, samstundis sum hon hevur brúkt pengar frá framtíðini. Hon hevur stýrt so illa, so skeivt, við so ringari rættartrygd og fyri so fá, at fólk venda sær frá politisku skipanini og kunnu missa álitið å, at vit duga og kunnu skapa eitt nútímans sjálvstøðugt og sjálvbjargið samfelag fyri øll.
Tí skal fólkið í Føroyum taka ræðið
Tað hevur tí ongantíð verið meira neyðugt enn nú, at fólkið í Føroyum tekur ræðið í egnum landi. Tað er amboðið til at byggja einar Føroyar, har øll hava somu rættindi og møguleikar at skapa eitt frælst lív við sømd, felagsskapi og samhaldsfesti. Og tað er amboðið til at skapa veruligt samanhald um at samstarva undir egnum samleika á jøvnum føti við Danmark og onnur lond.
Vit eru millum heimsins ríkastu lond við tí ófatiliga tilfeingi og teimum møguleikum vit hava í okkara fólki, í okkara mentan og við ríkidømi á sjógvi og landi. Hugsið tykkum, hvussu nógv vit kunnu skapa og vera errin av, tá ið vit ikki skulu stríðast um at bidda pengar og geva øðrum ábyrgdina fyri okkara framtíð og lívsgrundarlagi. Men siga og prógva: At hetta megna vit ??? saman í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald