Politikkur

Ein barsilsskipan við tínum barnið í fokus

...

2015-08-08 05:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Børnini tryggja okkara landi eina framtíð. Ein tann størsta avbjóðingin tú kann fáa í lívinum er at uppæla tíni børn.

Fyri meg tykist tað sum, at tað verður lagdur so nógvur dentur á menningina hjá børnunum, frá tí at tey fara á stovn og uppeftir, at heimaansingin teir fyrstu mánaðirnir ella árini av teirra lívið verður gloymd.
Barsilsskipanin er sera týdningarmikil fyri, at vit sum samfelag kunna røkka okkara skyldu til okkara yngstu borgarar. Tí haldi eg at tað er umráðandi, um vit veruliga ynskja okkara børnum tað besta, at tíðin er komin til at endurskoða hesa skipan og gera tríggjar grundleggjandi broytingar.

Eg má líka fyrst viðmerkja, at í mínum barsilspolitikki er barnið og tess rættindi til eitt trygt heim, har tað hevur tað gott og fær tað tilknýtið til síni foreldur sum tað hevur tørv á, av størsta týdningi.
Skipanin skal stuðla tær sum foreldur, at vera heima hjá barninum so leingi sum gjørligt, uttan at hetta fær fíggjarligar avleiðingar fyri heimi.


Barnsburðarfarloyvið við útgjaldi skal leingjast!

Barnsburðarfarloyvi við útgjaldi (løn) í Føroyum er 38 vikur. Hyggja vit eftir okkara grannalondum mugu vit ásanna, at vit eru væl aftanfyri.
Tað er ikki rætt, at tú sum foreldur verður noydd/ur at fara aftur til arbeiðis longu eftir 38 vikur, og hava einki annað í at velja enn at lata uppvøkstur barnsins í hendurnar hjá námsfrøðingunum so tíðlja.
Tú kennur helst fleiri mammur og/ella pápar, ið eru heima hjá barninum nógv longri enn tær 38 vikurnar, ið tey fáa løn fyri. Tá fær barnið tær umstøðurnar og tað tilknýtið til foreldrini, ið tað hevur tørv á, og tí skulu foreldrini, ið ynskja at verða heima, sjálvandi ikki revsast fíggjarliga fyri teirra avgerð um at miðsavnast um barnið.
Eg vil tí arbeiða fyri, at barnsburðarfarloyvi við útgjaldi í Føroyum verður longt til minst 1 ár!


??ll skulu hava rætt til barsilspening!

Í núverandi skipanini fær tú eitt barsilsútgjald, ið svarar til inntøkuna seinastu 12 mánaðirnar áðrenn tú fer í barsil - tó í mesta lagið 25.000 kr. um mánaðin. Hetta er als ikki rætt ella í lagið, og tað av fleiri orsøkum:

· Tað er ikki rætt, at tú, um tú onga inntøku hevur, ikki fær nakað útgoldið í barsil. Barnsburðarfarloyvi eigur at geva barninum tryggar karmar. Tað er tó ómetaliga trupult at veita góðar karmar til barnið, um tú onga inntøku hevur.

· Tað er ikki rætt, at um tú ert lesandi einans fært 3.815 kr. útgoldið um mánaðin í barnsburðarfarloyvinum, tá onnur fáa heilt upp til 25.000 kr. Hví skal tú ??? ella rættari sagt títt barn - blíva revsaður fyri at tú ert lesandi tá ið tú fert í barnsburðarfarloyvið?

· Tað er ikki rætt, at um tú arbeiðir niðursetta tíð fær minni enn tey ið fingu ALS áðrenn tey fóru í barsil. Til dømis fær ein mamma, ið arbeiðir niðursetta tíð og forvinnur 7.500 kr. um mánaðin, hesar 7.500 kr. útgoldnar um mánaðin, tá hon aftur fer í barsil. Ein onnur kvinna, ið fær 25.000 útgoldnar um mánaðin frá ALS, fær tá 25.000 kr. tá hon fer í barsil. Altso fær kvinnan, ið gevur meiri til samfelagið minni í barsil, enn kvinnan, ið fær almenna forsorg. Er hetta rætt?

Eg ynski at fáa hesir trupulleikarnir loystir, og vil arbeiða fyri at kunna tryggja øllum foreldrum, at tey hava rætt til barsilspening, tá ið tey fara í barnsburðarfarloyvi. Eg ynski áseta eitt rættvíst lágmarksgjald til ??LL ið fara í barsil, soleiðis at børnin hjá okkum øllum kunnu fáa tryggar karmar- heilt frá byrjan!

Loftið skal hækkast

Sum áðurnevnt, so er loftið fyri barsilsútgjaldið 25.000 kr. um mánaðin. Hetta merkir at øll tey, ið hava havt eina ársinntøku omanfyri 300.000 kr. áðrenn tey fara í barsil, verða fíggjarliga revsaði fyri at fáa sær barnsburðarfarloyvi. Hetta svarar næstan til 11.000 borgarar í okkara landi!

Sjálvandi má eitt hámark vera, yvir hvussu nógv ein kann fáa útgoldið í barsil um mánaðin. Men vit mugu eisini minnast at tey við hægru inntøkum sum oftast hava fleiri fastar rokningar og annað at gjalda. Tað rakar tí eisini tey hart, at fara í barsil.

Við at økja hetta lofti frá 300.000 kr. til 400.000 kr. so verður talið av borgarum, ið verða fíggjarliga revsaði fyri at fáa sær barnsburðarfarloyvi býtt í helvt frá næstan 11.000 fólk til minni enn 5.500 fólk.

Tí ynski eg, at hámarkið fyri barsilsútgjaldið eisini skal hækkast, til (uml.) 33.000 kr. um mánaðin, soleiðis at fleiri foreldur hava møguleikan fyri at vera heima hjá barninum.

Hetta eru tríggjar grundleggjandi broytingar sum mugu til, fyri at veruliga takað hædd fyri og seta børnini hjá okkum øllum í fokus. Tí ynski eg at arbeiða fyri hesum broytingunum í barsilsskipanini, um eg verið valdur inn á Løgtingið tann 1. september.

Gott val :)

Vinaliga

Rasmus Hammer, valevni fyri Miðflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder