Politikkur

Ein avtala skal haldast - Bummurin burtur

...

2016-03-30 15:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tunnilsfundur á Giljanesi mikukvøldið 30. mars kl. 19 á Giljanes Skúla.

Politisku valfeløgini í Vágum og Norðoyggjum skipa fyri almennum fundi á Giljanesi, nú bummpeningurin hevur goldið Tunnilin um Vestmannasund niður.
Smb. lógini um Fast Samband um Vestmannasund skal Tunnilin handast landinum seinni í ár. Røddir hava tó í seinastuni verið frammi um at bróta gjørda avtalu og áleggja tveimum vegum í Føroyum bummgjald. Tað verður ikki góðtikið av okkum, ið hava hildið okkara part av avtaluni.

Skrá / Luttakarar
Uni Danielsen, stjóri í pf Vágatunnilin
Marner og Eyðdis, (umboða tey mongu, ið hava búsett seg her, tí gjaldið skuldi burtur) greiða frá.
Anfinn Kallsberg táverandi løgmaður, Jørgen Niclasen, Magni Laksafoss, Ingolf S Olsen, Bjørn á Heygum,løgfrøðingur, Jan Johannesen búskaparfrøðingur og onnur luttaka

Landstýrismaðurin Hendrik Old er boðin við.
Holgar Jacobsen syngur
Høvi verður at fáa ein drekkamunn.

Politisku valfeløgini í Vágum og Norðoyggjum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder