JN

Ein álvarsamur boðskapur

...

2015-08-17 14:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ein og hvør missión inniber ein boðskap. At kunngera boðskap Guds um Jesu Kristi fullgjørda verk á Golgata, er bæði ein gudgivin missión og ein gudgivin boðskapur til okkara.


Gleðiboðskapurin verður hann kallaður, sum í fyrstu og avgerðandi atløgu snýr seg um náðiríku bjarging okkara úr synd, deyða og ævigum fortapilsi. Gleðiboðskapur Guds er nærum óveruliga einfaldur, gamal og samstundis hin mest framkomni boðskapurin nakrantíð. Ein fullkomin og livandi boðskapur, ið er hóskandi til allar tíðir og ikki treytaður av dagførdum útgávum. Og ein og hvør, sum tekur ímóti gleðiboðskapinum við vælvild fær náði til, at síggja og gleðast yvir, at Gud hevur rætt í øllum.

Beint eftir umvending og útveljing Paulusar, bjargaði Jesus honum frá øllum fíggindum hansara. Tað kann virka sum ein andsøgn, at fyrst móttaka frelsugávu Guds og síðan verða sendur til fíggindar sínar, at bjarga teimum frá vreiði Guds.
Við øðrum orðum: ???Paulus, eg bjargi tær frá fíggindum tínum við at senda teg til teirra. Ver tænari mín og vitni mítt teirra millum. ??ttast ikki! Eg eri altíð hjá tær og ikki skalt tú doyggja fyrr enn missión tín er fullførd.???

Og eins og hinir fyrru ápostlarnir, fekk Paulus sera neyvt at vita, hvør andaligi tørvurin er hjá vantrúgvandi menniskjum. Skriva stendur: ???...til teirra sendi Eg teg at lata upp eygu teirra, so tey venda sær frá myrkri til ljós og frá valdi Satans til Gud, fyri at tey kunnu fáa fyrigeving syndanna og lut millum teirra, ið halgað eru við trúnni á Meg.??? (Áps. 26, 17-18).

Tað er eyðsæð, at her er talan um ein sera, sera álvarsaman boðskap, ið er einsrættaður til øll ófrelst menniskju. Teksturin speglar bæði hjarta og sál í samlaða missiónsboðskapi Guds. Tað var Paulus, sum av berari náði fekk loyvi til, at bera fram øllum vantrúgvandi menniskjum heimsins besta og mest átroðkandi boðskap.
Talan er um ein fullkomnan missiónsboðskap, ið er skræddaraseymaður av Gudi til boðberar sínar. Ein krystallklárur gleðiboðskapur við fokus á náðiríku frelsu Guds til móttakaran.

Men tveir vitalir sannleikar koma til sjóndar í hesum himmalska missiónsboðskapinum, sum Jesus gav okkum við Paulusi. Tað fyrsta, sum Jesus opinberar fyri eftirtíðini í Ápostlasøguni 26 er hesin ræðuligi veruleikin, at eygu Guds síggja eina mannaætt, sum er andaliga stokkblind.
Sostatt tørvar Harrin vitnir! Til hvat kundi onkur spurt? Skriva stendur: ??????at lata upp eygu teirra, so tey venda sær frá myrkri til ljós??????

Altso, í umvendingartilgondini frá myrkri til ljós, má prædikumaðurin við orði Guds lata eygu teirra vantrúgvandi upp ??? Hví? Tí skriva stendur: "...so tey venda sær frá valdi Satans til Gud??????

Umframt at vera blindur, upplýsir hesin rámandi og rannsakandi boðskapurin lesaranum hetta, at í eygum Harrans eru øll vantrúgvandi menniskju bundin niður av Satan. Fyristilla tær avgerðandi munin á, at liggja bundin frammanfyri kleyvum Satans, tá tú kanst seta teg við føtur Harrans. Teir sum prædika evangeliið, hava tískil liggjandi á herðum sínum stóra ábyrgd í tænastu síni. Tí, prædika okkara hevur ævigan týdning fyri menniskju. Prædikumenn mugu ikki undirmeta kraft og myndugleika Satans í lívinum hjá teimum ófrelstu. Tey eru jú undir valdi Satans, tað vil siga, fangar Satans í heiminum.

Ringa støðan í heiminum er einki at undrast á. Tí, Satan er høvdingur yvir hervaldinum í luftini, og Satan er høvdingur yvir andanum, sum virkar í børnum ólýdnisins. Hann er høvdingur hjá teimum, sum liva eftir tíðarandanum í hesum heimi ??? tað vil siga, tíðarandanum hjá avtoftaðu slekt Ádams. (Efes. 2,2).
Tað er ikki Gud, sum hevur skyldina av afturgongdini, orsaka av fráfallinum burtur frá Gudi. Um Gud gjørdist mótstøðumaður mín, so var gylti møguleikin avtikin og óatkomiligur, at verða frelstur frá vreiði Guds við dýrabara blóði Jesusar.

Nei, tað er Satan og illu andar hansara, sum virka í ólýdnum menniskjum. Satan er øgiligur á at líta og reikar um sum ein landaplága. Hann er bæði oyðandi dreki, brølandi løva, snildur ormur og er samstundis mentur, at vísa seg sum ein ljósins eingil. Hetta er hann, sum er faðirin at lygnini og upphavi til alla synd. Satan hevur allan heimin í síni hulu hond. Heimurin er jú Satans hola og agn til freistingar hjá teimum frelstu.
Og sambært Bíbliuni er hetta í tráð við sjónarvinkulin hjá Gudi, ið opinberarar lesaranum, út av lagi vánaligu støðu teirra vantrúgvandi í eygum Guds. Samkoman er fult upplýst um hesi viðurskiftir, at heimurin hevur ovurstóran tørv á, at venda um. Skriva stendur: ???...at venda tær frá valdi Satans til Gud.???

Hin seinni sannleikin í hesum undurfulla bíbliutekstinum, upplýsir lesaranum hvussu Gud frelsir menniskju. (Áps. 26, 18). Hvør tann, sum vil verða frelstur fær frítt frælsi frá Harranum, at fáa eygu síni upplatin, at venda eygum sínum frá myrkrinum og at venda eygu síni á Jesus. Og sjálv kraftin, ið letur upp eygu okkara, fyri at venda teimum á Kristus, er innbygd í gleðiboðskapinum um Kristi fullgjørda verk á krossinum.

Róm. 1, 16 lærir, at gleðiboðskapurin er KRAFT Guds, hvørjum tí til FRELSU, sum TRÝR. Og 1. Joh. 3, 8 kunngerð okkum at: ???Tann, ið ger synd, er av Djevulinum; tí Djevulin hevur syndað frá upphavi. Til tað er Sonur Guds opinberaður, at Hann skal gera verk Djevulsins til einkis.???
So, verk Kristusar hevur gjørt verk Djevulsins til einkis. Og atgongdin til verk Kristusar er tøk í innbygdu kraftini í gleðiboðskapinum, sum letur upp eygu og brýtur leinkir.
Satan megnar ikki at halda takinum á menniskjum, sum hava hoyrt gleðiboðskapin, sæð sítt persónliga fortapilsi og innsæð persónliga tørvin á, at verða frelst. Í tí støðuni hevur Heilagi Andi Guds fingið tað betra takið og dregur syndaran til Gud.

Harrin frelsir menniskju við at veita teimum fyrigeving. Skriva stendur: ???...fyri at tey kunnu fáa fyrigeving syndanna...??? (Áps. 26, 18).
Tað er sera týdningarmikið, at syndiga støða okkara og syndanna fyrigeving altíð er við í prædikuni, og at fyrigeving einans fæst frá Jesusi, sum tók burtur alla synd. Ein boðskapur sum ikki setur syndarar andlit til andlits við synd teirra og ovurstóra tørv teirra á at fáa syndanna fyrigeving, er falskur og harvið kraftaleysur. Tað er ikki líkamikið hvat vit prædika og hvussu prædikumenn uppføra seg. Ein kraftarleysur boðskapur dettur jú niður, sum blýggj frammanfyri prædikustólinum. Tað sama er galdandi fyri øll Kristi vitnir. Hjá Gudi er tað ein sjálvfylgja, at tú beinanvegin eftir persónligu frelsu tína, bjóðar Gudi likam títt til Guds tænastu. (Rom. 12, 1). Og at tú áhaldandi letur Anda Guds fáa tamarhald á likami tínum ??? soleiðis at ríki Guds kann gleðast um tænastu tína.

Afturat kunnleikanum um synd okkara og fyrigeving syndanna, opinberar Jesus fyri Paulusi hetta: ???...fyri at tey kunnu fáa... lut (ella arvalut) millum teirra, ið halgað eru við trúnni á Meg.??? (Áps. 26, 18). Harri og frelsari okkara ynskir so inniliga, at frelsa teg og geva tær arvalut ??? omaná fullkomnu fyrigeving sína frá allari synd. Tað vil siga, eftir at fyrigeving er fingin, førir frelsa Guds við sær fylling Hansara í lív títt, sum elskar son Guds ??? Jesus Kristus. Og hesin parturin av frelsugávu Guds er nógv, nógv størri enn vit og skil okkara kann ímynda sær. Og stígur sostatt upp um allan kunnskap.

At fáa ???lut millum teirra, ið halgað eru??? upplýsir lesaranum hetta, at Harrin Jesus eisini frelsir okkum inn í ein heilagan felagsskap. Hin frelsti gerst limur í ríki Guds. Og samstundis verður borgaraskapur heimsins uppsagdur. Tí nú skal lívið livast fyri Kristus og hann aleina. Og tey sum hava Jesus kæran, hava eisini fingið ein andaligan tørv á felagsskapinum saman við náðisystkjum sínum. Tí, tað eru júst hesi ???ið halgað eru við trúnni á Kristus.???

Soleiðis gevur Harrin okkum eitt rætt og sunt fokus, har denturin verður lagdur á kjarnuna í frelsu okkara ??? t.e. TR??GVIN á Kristus. Vit sum halgaði eru við trúnni á Jesus, hava fingið eina livandi vón við uppreisn Jesu Krists frá hinum deyðu. (1. Pæt. 1, 3). Inntil tá prædika, vitna og lovsyngja vit Harranum. ???Vend títt eyga á Jesus, hygg inn í hans andlit so kært, og øll heimsins gleði vil fána burt í tí náði og dýrd, ið tú sært!???

Blíðastu heilsanir
Ragnar Ludvig

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder