Eftir at hava verið í starvi hjá Hiddenfjord á Fútakletti síðan byrjan í 1992 - t.v.s. í 25 ár - gevst Elias Henriksen, sum nú er farin um 67-ára aldur.
Elias Henriksen er ein av teimum sum støðast á sínum árbeiðsplássum, hann fór til skips sum 13 ára gamal við Gulenni, sum Nýpan í Sandavági reiddi út, Í 1963 fór hann umborð á Venus og var so at siga í sama reiðarí til hann byrjaði á Fútakletti í 1992.
Atli Gregersen, stjóri á Hiddenfjord, hevur alt gott at bera Eliasi - sum hevur víst ábyrgdarkenslu og hevur nógvan tekniskan førleika, sum er komin væl við á Fútakletti. Elias hevur verið leiðari á stórum øki á virkinum á Futakletti og hevur sannuliga víst leiðaraevnir. Atli sigur, at hann vónar, at kunna heita á Elias, tá ið á stendur á Fútakletti - Atli heldur fram - Elias er bæði loyalur og fittur at samstarva við.
Elias hevur bát, honum dámar væl at flóta, so helst fer hann at hugna sær í bátinum, nú hann gevst á Fútakletti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald