Vinna

Eik Banki er nú 100 prosent føroyskur aftur

...

2015-12-16 18:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

TF Holding hevur keypt seinastu 30 prosentini av Eik Banka frá Finansiel Stabilitet, og eigur nú allan Eik Banka

Á eykaaðalfundi í Eik Banka týsdagin 15. desember varð samtykt at góðkenna søluna av ognarlutinum hjá Finansiel Stabilitet í Eik Banka til TF Holding. Hetta var seinasta formliga treytin í avtaluni við Finansiel Stabilitet.

???Keypspeningurin er rindaður og partabrøvini hava skift hond, so yvirtøkan er endaliga avgreidd???, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding.

Við yvirtøkuni av ognarlutinum hjá Finansiel Stabilitet eigur TF Holding nú 100 prosent av partabrøvunum í Eik Banka.

???Kósin fyri bankan er tann sama, sum man setti longu í 2011, tá ið TF Holding yvirtók 70 prosent av bankanum. Eik Banki er og verður ein føroyskur banki, sum hevur sítt virksemi í Føroyum. Aðalmálið er framvegis at veita kundum bankans bestu tænastuna, og hesum halda vit fram við???, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding.

Tak niður

Tíðindaskriv

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder