Sølutilgongdin hjá Finansiel Stabilitet um seinasta ognarlutin í Eik Banka er nú av, og væntandi verður TF Holding eigari av øllum Eik Banki innan ársskiftið
Í august mánaða varð kunnað um, at TF Holding hevði gjørt treytaða avtalu við Finansiel Stabilitet um keyp av Eik Banka. Avtalan var treytað av, at Finansiel Stabiliet fekk møguleikan at bjóða ognarlutin alment út til áhugaðar keyparar fyrst og so av góðkenning frá Fíggjareftirlitinum.
Sølutilgongdin hjá Finansiel Stabilitet er nú av, og eingin valdi at geva eitt boð uppá ognarlutin hjá Finansiel Stabilitet. Hetta merkir, at fyrsta treytin í treytaðu avtaluni við TF Holding er uppfylt.
Nú vantar bert ein formlig góðkenning frá Fíggjareftirlitinum og ein aðalfundargóðkenning, áðrenn sølan kann sigast at vera endaliga avgreidd. TF Holding hevur søkt um góðkenning frá Fíggjareftirlitinum, og eykaaðalfundur verður í Eik Banka 15. desember, kl. 10.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald