Munnligur fyrispurningur til Kristinu Háfoss, landsstýrismann
Viðvíkjandi at ætlan at lata Bústaðir skuldarbinda landskassan
1.??ltar landsstýriskvinnan at játta bústøðum at skuldarbinda landskassan.
2.ella vil landsstýriskvinnan biðja Búðstaðir um at selja verandi sethúsalán til at tryggja grunninum likviditet
3.og vil landsstýriskvinnan biðja Búðstaðir um at selja av sínum bygningum, fyri at fáa likviditet at byggja fleiri bústaðir við.
Viðmerkingar:
Landsstýrið hevur boðað frá at Húsalánsgrunnurin (Bústaðir) skulu fáa heimild at taka stór lán og harvið skudarbinda skattgjaldaran. Hetta stríðir ímóti ætlanum hjá øllum flokkum, um at minka um almennu skuldina.
Bústaðir hevur eftir stuttari tíð brúk yvir 300 mió. Kr. Endamálið var at fáa fleiri bústaðir. Bústaðir hava ma. keypt blokkar og íbúðarbýlingar frá bankum og komunum. Her er eingin nýggjur bústaður komin burturúr, men pengakassin hjá bústøðum er tødnaður.
Hóast Bústaðir hevur møguleikan at fíggja onnur og byggja saman við øðrum, hava tey bara valt møguleika at byggja og keypa sjálvi. Nú boða tey frá, at pengakassin skjótt er tómur og vilja sleppa at taka lán.
Um likviditetur manglar, kunnu bústaðir selja av verandi bústøðum og byggja nýtt við pengunum. Annar møguleiki er at selja verandi sethúsalán. Bústaðir hava eitt stað millum 100 og 200 mió. Kr úti í vanligum bústaðarlánum. Hesi er ikki nýggj, tí endamálið hjá grunnunum ikki longur eru sethúsalán. Grunnurin kann tí selja hesi lán og harvið útvega likviditet. Hetta hevur onga ávirkan á lántakarnar.
Í 3. lagi eiga sosialir bústaðir at fíggjast yvir fíggarlógini og ikki úr einum eksternum grunni, sum landskassin hongur upp á.
Tórshavn, 17. oktober 2016
Jørgen Niclasen,
løgtingsmaður???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald