Politikkur

Eiga av verja okkum móti Sea Shepherd

...

2015-05-27 02:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Farna árið hevur verið eitt sermerkt ár, har felagsskapurin Sea Shepherd hevur skapt mikla øsing og órógv í samfelagi okkara.

Á Sandoynni varð støðan uppaftur meiri sermerkt, av tí at einasta grind ið legði beinini í fjør, kom til Sands. Knappliga varð tað sum at verða í kríggj at koma oman á sandin at skera hval á háls. Tyrlur og politistar í rúgvuvís jagstraðu hesi grátandi fólkini, ið høvdu sett sær fyri at steðga okkum í oynni at praktisera okkara lógliga rætt, at drepa grind.

Stríðið varð í hæddini á Sandi og í Skopun, har bygdarfólkið ikki vildi lata sær lynda undirbrotligheitina og politisku líkasæluna, ið valdaði rundan um avgerðina ikki at leggja eina harða linju mótvegis hesi hóttan ímóti mentan og hevdvunna inniløgurætti okkara.

Nógv varð tosað, og telefonirnar hjá kommununum gingu kykar hesa tíðina, meðan Sea Shepherd-øðin herjaði oynna. At nógv stóð á, bera tilburðirnir í oynni boð um, alt frá skøvaðum bilum, til beinleiðis hóttan eftir lívinum.

Hetta stríð okkara førdi við sær, at Løgtingið í vár samtykti nýggja grindalóg, sum gevur løgregluni munandi víðari heimildir at verja grindadráp og grindarakstur, samstundis sum sektin fyri at gera seg inná okkara lógliga rætt varð munandi herd.

Hetta er sjálvandi at fegnast um, hóast vit helst eru fleiri sum undrast á, at tað ikki skal lata seg gera at steðga hesum fólkum, sum siga seg koma inn í okkara land at bróta okkara lógir við vilja.

Vit skulu minnast til at tey komu ikki bara til Føroya at mótmæla grindadrápi. Tey komu eisini til Føroya at leggja seg fyri og forða okkum at drepa grind. Tí ber ikki til at skáka sær innundir tey komu higar í friðarligum mótmælisørindum.

Men friður verið við tí, nú mugu vit síggja hvussu nýggja grindalógin hildnast.

Tað er gleðiligt at síggja, at eisini lokalt eru tað kommunur sum í ár fara at herða bardagan ímóti Sea Shepherd, eins og slóðað varð fyri á Sandi í fjør, við at nokta fólkunum úr hesum felagsskapi at njóta av ágóðunum, sum lokalsamfeløgini eiga og hava goldið úr egnum lumma.

Tað má verða upp til ymsu kommunurnar at gera av, hvør skal sleppa at brúka ognirnar hjá somu kommunum, og sum borgararnir har hava goldið. Undir vanligum umstøðum fer sjálvandi ongin at nokta nøkrum at brúka fasilitetir ið kommununar eiga, men tað er neyvan talan um vanligar umstøður, tá vit hava við fólk at gera, sum vilja taka matin úr munninum á bygdafólkinum.

Nøkur síggja møguleikar at fortjena sær nøkur oyru at hýsa Sea Shepherd, sjálvt um ørindi teirra eru ólóglig í Føroyum. Hóast peningaligur vinningur kann virka tølandi, haldi eg at vit eiga at hugsa okkum um einaferð afturat, áðrenn vit føroyingar hýsa fólkum úr hesum felagsskapi aftur.

Alt eigur ikki at verða søluvøra, og alt eigur ikki at hava ein søluprís. Vónandi standa vit saman um ikki at hýsa hesum felagsskapi í ár, og skal tað verða ein áheitan haðani.

Brandur Sandoy, Borgarstjóri á Sandi og Tingmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder