Politikkur

Eiðis kommuna hevur lágt skattaprosent og høgan barnafrádrátt

...

2021-12-09 09:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv.

Eiðis bygdaráð hevur einmælt samtykt fíggjarætlanina fyri 2022.

Skattaprosentið í Eiðis kommunu hevur seinastu árini ligið millum tey lægstu í landinum. Tað verður tað framvegis. Prosentið verður verandi 18,75 % og barnafrádrátturin verður 7.500 kr.

Lága skattaprosentið og høgi barnafrádrátturin gevur barnafamiljum betri møguleika at seta føtur undir egið borð í Eiðis kommunu. Harafturat fær barnagarður, frítíðarskúli, skúli og ungdómshús høga raðfesting í 2022.

Fíggjarætlanin 2022 kann lesast her: Figgjaratlan 2022 (eidi.fo)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder