Vinna

Egil á Bø nýggjur stjóri á Heilsustrygd

...

2016-04-27 14:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at seta Egil á Bø í starv sum nýggjan stjóra á Heilsutrygd.

Egil á Bø er 42 ára gamal og hevur útbúgving innan HD í roknskapi frá 2006 frá Handilsháskúlanum í ??rhus. Hann hevur drúgvar royndir sum fíggjar- og fyrisitingarleiðari á Heilsutrygd umframt royndir sum fíggjarleiðari innan tað privata.

Egil á Bø hevur seinastu fimm mánaðirnar røkt starvið sum virkandi stjóri á Heilsutrygd.

Egil á Bø byrjar í starvinum tann 1. maj 2016.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder