JN

- Eg stúri ikki fyri morgindegnum

...

2015-03-06 22:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

TR??BOÐIN skrivar:

Birgit Nattestad í Miðvági hevur í fleiri ár drigist við krabbamein, fyrst í undirlívi síðani brósti, lungum og ryggi. Kortini hevur hon tað gott og arbeiðir í barnagarðinum í Miðvági. Hon sigur, at hon stúrir ikki fyri morgindegnum; men leggur alt í Jesu hendur, so tekur hann sær av tí.

Fekk staðfest krabbamein

??? Í juni 2009, tá eg arbeiddi sum dagrøktarmamma, var eg til undirlívskanning. So ein dagin, meðan dagrøktarmammurnar vóru savnaðar, ringir telefonin. Nú er tað Landssjúkrahúsið, og tey siga, at tað vóru kyknubroytingar, tað var illkynjað og tey mæltu til, at eg fekk lívmóðrina tikna burtur. Tað var ein øgiligur smekkur. Eg fór grátandi til hús, og tað skramblaði alt saman. Eg fór suður á Landssjúkrahúsið, og har varð lívmóðirin so tikin. Læknarnir søgdu, at eg skuldi ikki hava nakra viðgerð, tí tað var mikroskopiskt, also so smátt, at tað var ikki neyðugt, sigur Birgit.
Árið eftir fór Birgit til mammografi, og tá var krabbameinið longu komið í vinstra bróst. So varð vinstra bróst tikið, men Birgit fekk framvegis onga viðgerð, tí læknarnir søgdu, at tað var so lítið.

Jesus er við allan vegin

??? Eg dugi ikki at hugsa mær, hvussu hesi árini høvdu verið at komið í gjøgnum, um eg ikki hevði kunnað hvílt við Jesu kross. Tað dugi eg ikki at ímynda mær. Eg veit væl, at eg skal fara hiðani ein dag, tað skulu vit øll, vit hava øll fingið eina avmálda tíð; men eg eri so takksom fyri, at eg havi tað so gott við meg sjálva og Jesus.

Les alla samrøðuna í Trúboðanum, sum er útkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder