Politikkur

Eg eri klárur

...

2016-11-06 15:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eg eri klárur!

Mong kunnu greina trupulleikarnar, krevja eina loysn ella ynskja eina broyting. Eg havi dirvi, hegni og yvirskot at fremja neyðugu átøkini fyri at røkka høgu málum okkara. - Eg eri klárur at taka ábyrgd, eisini evstu ábyrgd.

Vága Kommuna hevur tørv á fólki, ið taka røttu avgerðirnar við javnvág ímillum fíggjarligt skynsemi, støðugt hækkandi tænastustøðið og fólkavøkstri. Ið seta borgaran og felagsskapin framum síni egnu ynski og trýst frá grannum og familju.

Komandi árini skulu avgerðandi avgerðir takast, tí málini seta stór krøv til leiðsluna:

- Vit skulu fremja útbyggingar av vegakervinum, gera útstykkingar og útbyggja skúlan og hallirnar.
- Vit skulu bøta um trivnaðin, og serliga hjá teimum yngru borgarunum, har stórt átak við rúsevnis-fyribyrging er neyðugt.
- Vit skulu tora at seta okkum stór mál á vinnu- og ferðavinnuøkinum.
- Samstundis skulu vit minka um skuldina, so skattaprosentið kann fara niður, og tað kann gerðast bíligari at verða borgari her.

Alt hetta setir stór krøv til leiðsluna í Vága Kommunu. Vit skulu hava fólk, ið tora at standa á odda, og eisini mynda kommununa úteftir. Ið kunnu sannføra nýggjar borgarar og virkir um, at Vága Kommuna er rætta staðið at liva og virka.

Eg eri klárur, eisini at taka evstu ábyrgd, um eg hava veljaranna álit.

Jarnhold Nattestad
Valevni á lista C, til kommunuvalið í Vága Kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder