2015-05-14 15:35
Í dag skal 11. umfar í EFFO-deildini spælast.
Í Runavík er toppdystur á skránni, tá nummar tvey skal á vitjan hjá nummar eitt. Tað er nemliga meistarnir frá í fjør, B36, sum skulu á vitjan hjá oddaliðnum NS??.
Í Trongisvági er grannauppgerð á skránni, tá TB tekur móti FC Suðuroy.
Í Gundadali tekur HB móti KÍ, tað er samstundis ein dystur um 3. plássið.
Víkingur hevur ikki fingið tað burturúr, ið teir helst høvdu vilja fingið higartil í ár, men tað kunnu teir gera okkurt við, tá botnliðið úr Argjum vitar í Sarpugerði.
Í Streymnesi tekur hitt botnliðið, EB/Streymur, móti ÍF.
Allir dystirnir byrjar klokkan 15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald