Ítróttur

EFFO: Meistararnir byrja á heimavølli

...

2016-01-20 05:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leikskráin fyri EFFO-deildina 2016 er nú klár, og fyrsta umfar verður spælt leygardagin 5. mars. Føroyameistararnir byrja á heimavølli ímóti ÍF. Eisini í 1. deild hjá monnum er greitt, hvussu spælt verður í ár

Fyrireikingarnar til eitt nýtt kappingarár eru í hæddini, og um góðan hálvan annan mánaða verður hol sett á eina nýggja kapping í EFFO-deildini og í 1. deild hjá monnum.

Í EFFO-deildini verður lagt frá landi leygardagin 5. mars, tá fýra dystir í fremstu deildini eru á skránni, meðan tann fimti verður spældur sunnudagin 6. mars.

1. umfar í EFFO-deildini verður spælt soleiðis:
KÍ ??? TB
NSÍ ??? HB
B36 ??? ÍF
AB ??? B68
Víkingur ??? Skála (6. mars)

Í næstbestu deildini verður byrjað á Grækarismessu, leygardagin 12. mars, og har sær fyrsta umfar soleiðis út:
AB ??? NSÍ
KÍ ??? 07 Vestur
FC Suðuroy ??? B71
EB/Streymur ??? HB
Giza/Hoyvík ??? Víkingur

Kappingarárið 2016 verður drúgt, møguliga eitt tað drúgvasta nakrantíð. Umframt 27 umfør í EFFO-deildini og í 1. deild, eru fýra A-landsdystir, seks U21-landsdystir og fimm umfør í steypakappingini eisini á skránni. Tískil endar kappingin í fremstu deildini hjá monnum ikki fyrr enn leygardagin 22. oktober, meðan seinasta umfar í 1. deild er á skránni leygardagin 1. oktober.

Seinasta umfar í EFFO-deildini sær soleiðis:
B36 ??? TB
AB ??? Víkingur
B68 ??? NSÍ
ÍF ??? KÍ
Skála ??? HB

27. umfar í 1. deild:
EB/Streymur ??? NSÍ
Giza/Hoyvík ??? FC Suðuroy
Víkingur ??? KÍ
HB ??? AB
B71 ??? 07 Vestur

??ll leikskráin í EFFO-deildini sæst her:EFFO-deildin 2016
??ll leikskráin í 1. deild menn sæst her:1. deild menn 2016

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder