Ítróttur

EFFO: EB/Streymur tekur ímóti B36 fyrsta umfarð

...

2014-12-18 23:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Landskappingin í EFFO-deildini fyri komandi kappingarár er nú klár. Fyrsta umfar verður spælt sunnudagin 1. mars og endar leygardagin 3. oktober.

Nú er greitt, hvussu kappingin í EFFO-deildini verður spæld í 2015, og aftur komandi ár verður talan um eina drúgva kapping, ið byrjar sunnudagin 1. mars og endar leygardagin 3. oktober.

Spælast skulu 27 landskappingardystir, ein Stórsteypadystur, seks dystir í kappingini um Løgmanssteypið, meðan A-landsliðið við monnum hevur seks EM-undankappingardystir á skránni, ið verða spældir í mars, juni, september og í oktober mánaða.

Meistararnir byrja við Margáir
Í samráð við feløgini hevur Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgjørt, at Stórsteypadysturin, sum í ár verður millum B36 og Víking, verður spældur í Havn sunnudagin 22. februar.

Og eina viku seinni, sunnudagin 1. mars er fyrsta umfar í EFFO-deildini á skránni.

1. umfar:
NSÍ - FC Suðuroy
EB/Streymur - B36
Víkingur - ÍF
HB - AB
TB - KÍ

ÍF og FC Suðuroy á ólavsøku
Seinastu árini eru landskappingardystir spældir á ólavsøku, og soleiðis verður eisini ár, tá 18. umfar í Effodeildini 2015 skal spælast.

Fyrsti ólavsøkudysturin verður tó spældur á Argjum 27. juli, tá AB fær vitjan av NSÍ, og sama dag spæla EB/Streymur og KÍ við Margáir, meðan Víkingur fær vitjan av TB. ??lavsøkuaftan tekur B36 ímóti ÍF, meðan HB og FC Suðuroy møtast í Gundadali ??lavsøkudag.

A-landsliðið við monnum spælir seinastu undankappingardystirnar til EM 2016 tann 8. og 11. oktober. Tí er avgjørt, at 27. og seinasta umfar í EFFO-deildini 2015 verður spælt vikuskiftið áðrenn, nevniliga leygardagin 3. oktober.

27. umfar:
HB - FC Suðuroy
TB - Víkingur
KÍ - EB/Streymur
AB - NSÍ
ÍF - B36

??ll leikskráin fyri komandi kappingarár í EFFO-deildini sæst HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder