
Í gjár 5. apríl, var áhugafelagið ??conomusée Føroyar stovnað. Felagið skal virka til frama fyri mentanarferðavinnu, upprunaligum handverki og list.
Felagið verður føroysk deild, í altjóða ??conomusée felagskapinum, staðsett í Kanada. Sí http://www.economusees.com/en/International. Endamálið hjá felagnum er m.a. at samskipa og menna tey virkið, sum eru við í føroyska Economusée netverkinum, tryggja høga góðsku í tænastu, frásøgu og vørum og skipa samstarv við ferðavinnu og lokalsamfelag.
Tey sum kunnu gerast limir í felagnum, eru privat virkir, ið liva upp til krøvini í ??conomusée konseptinum, og eru góðkend at brúka vørumerkið ??conomusée.
Á stovnandi aðalfundinum var ein trímanna nevd vald, at fyrireika fyrsta aðalfundin, har felagið verður formliga skipað. Í arbeiðsnevndina vóru hesi vald: Heini Tausen fyri Føroya Grótvirki, Sólvá Svartafoss, fyri Tutl og Olga Biskopstø fyri spinnaríið Mona.
Tað er Fróðskaparsetur Føroya, ið saman Norra, Svøríki, Íslandi, Írlandi og Kanada hava ment og skipað ??conomusée konsepti í Evropa. NPA ??? The Northern Periphery and Arctic programme, hevur fíggja 60% av verkætlanin, meðan føroyski parturin er 40%. 12 apríl 2018 endar verkætlanin, og eftir tað, er tað Economusée Føroyar, sum kemur at tryggja, at virksemið og netverkið framhaldandi verður ment.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald