Ítróttur

EB/Streymur vann 3-1 á AB - myndir

...

2015-02-07 03:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

AB tók í kvøld ímóti EB/Streymi teir leiktu ein venjingardyst, sum var leiktur á Tórsvølli.

AB byrjaði við uppstillingini 3-5-2:

Heðin Stenberg - Dmitrije Jankovic, Martin Midjord, Teitur Jóannesarson - Álvur Christiansen, Bárður Olsen, Kári Nielsen, Sandri Færø, Jobin Drangastein - Magnus Egilsson, Jógvan Andrias Nolsøe.

EB/Streymur byrjaði við uppstillingini 4-5-1: 

Jákup Højgaard - Ragnar Danielsen, Andras Olsen, Árni G Olsen, Jóhannes Hansen - Hanus Olsen, Rói Olsen, Brian Olsen, Jan á Høgaryggi, Niels Pauli Danielsen - Leif Niclasen.

Tað vóru gestirnir úr Sundalagnum, sum komu betri frá byrjan, teir komu framum við málið frá Leif Niclasen, og Jan á Høgaryggi legði EB/Streym framum 2-0 áðrenn bríkslað var til hálvleik.

Í seinni hálvleiki, var Dmitri Jankovic óheldigur og gjørdi sjálvmál, so var støðan 3-0 til gestirnar, Jógvan Andrias Nolsøe pyntaði um úrslitið við beinleiðis frísparki, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 3-1 til EB/Streym.

Tað var nakað av vindi meðan dysturin var spældur, tað ávirkaði spæli nakað í fyrra hálvleiki, men spæli sjálvt var ikki nakað at reypa av. Fáir mál møguleikar vóru í dystinum.

Dómari var Eiler Rasmussen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder