FSF.fo skrivar: ??tsetti dysturin í EFFO-deildini ímillum EB/Streym og B36 verður spældur týsdagin 3. mars klokkan 16:15
Sunnudagin 1. mars varð eitt nýtt kappingarár av álvara skotið í gongd, tá fyrsta umfar í EFFO-deildini 2015 var á skránni.
Eftir ætlan skuldu fimm dystir verðið spældir, men vegna keðiligt veður, bleiv dysturin við Margáir í Streymnesi, ímillum EB/Streym og B36, útsettur. Nógvur kavi lá á vøllinum, og dómarin metti tí ikki, at tað var spælandi við Margáir.
Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur tískil avgjørt, at útsetti dysturin ímillum EB/Streym og B36 ístaðin verður spældur týsdagin 3. mars klokkan 16:15.
??rslitini hinum fýra dystunum í 1. umfari í EFFO-deildini vórðu hesi:
NSÍ ??? FC Suðuroy 6-1
HB ??? AB 2-2
Víkingur ??? ÍF 2-2
TB ??? KÍ 1-1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald