2013-08-08 00:51

EB/Streymur vann 2-1 á KÍ við Margáir í kvøld, eftir at hava ført 2-0. EB/Streymur er harvið komið í finaluna um løgmanssteypið, tað er 7. árið á rað, at EB/Streymur hevur leikt seg í finaluna.
Málini hjá EB/Streymi gjørdu Arnbjørn Hansen og Dánjal Davidsen, hjá KÍ var tað Sørmundur Kalsø sum skoraði.
Í hálvfinaludystinum millum NSÍ og Víking er í skrivandi løtu hálvleikur, støðan er 1-0 til Víking, tað vil siga, at NSÍ skal hava tvey mál fyri at náa finaluplássinum.
Finalan um løgmanssteypið verður leikt í Havn leygardagin 24. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald