2015-01-23 04:34
EB/Streymur hevur í kvøld gjørt ein eitt ára sáttmála við Jákup Højgaard, sum higartil hevur leikt við B36. Jákup er málmaður og 20 ára gamal, og hann hevur síðani 2011 spælt 77 dystir við unglingaliði og næstbesta liði hjá B36. Jákup hevur eisini roynt Effo-fótbólt, tí í dysti móti AB 1. juni í fjør spældi hann seinna hálvleik, eftir at Tórður bleiv skaddur í dystinum. Í 2012 spældi hann eisini ein heilan dyst og varð innskiftur ein dyst í Effo-deildini. Harumframt hevur Jákup verið úttikin til bæði U17, U19 og U21 landsliðini, so talan er um ein lovandi ungan málverja, sum EB/Streymur nú fær í sín hóp, skrivar EB/Streymur á heimusíðuni hjá felagnum í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald