Í eina tíð hevur verði arbeitt við at dagføra búmerkið okkara og nú er tað so klárt.
Uppruna búmerkið, ein ketuliður ið bindur feløgini saman, tók seg ikki nóg væl framm í heildini og var ótíðarhóskandi til elektronisku miðlarnar, so okkurt mátti gerast, tó ikki so nógv, at eingin skuldi kenna seg aftur.
Búmerkið er nú ramma inn í ein bláan og svartan skjøldur, ið eru eyðkendu litirnir felagsins. Skjøldurin er ikki nakað ókent í fótbóltsheiminum og er tekin uppá verju. Nakað ið má til fyri eitt felag skal hanga saman. Og so skulu vit eisini verja um samleikan, sum EB/Streymur stendur fyri. ???Saman standa vit sterk???, nakað ið vit hava gjørt síðani feløgini blivi til eitt í 1993.
Vónandi taka øll væl ímóti dagføringini.
EB/Streymur
Saman standa vit sterk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald