2013-12-15 01:44
Í kvøld leiktu næstbesta liðið hjá KÍF og EB ein dyst í steypakappingini í hondbólti, sum nevnist Coca Cola. Dysturin endaði 33-31 eftir hálvleikstøðina 16-15 til heimaliðið úr Kollafirði.
Á liðnum hjá EB eru fleiri "gamlir" KÍF-spælarar, nevnast kunnu brøðurnur Gert og Arnbjørn Hansen.
Í fyrra hálvleiki vóru tað gestirnir av Eiði, sum lógu omaná, tað gjørdu teir til 10 min vóru eftir til hálvleik. Kollfirðingar kundu fara til hálvleiks við einari leiðslu uppá 16-15.
Arnbjørn Hansen, sum er hálv skaddur, spældi ikki fyrra hálvleik. Hann kom inn í seinna hálvleiki, men tað var skjótt at KÍF spælarnir tóku og mansuppdekkaðu hann, Arnbjørn fekk tó 9 mál.
KÍF økti um leiðsluna upp til 4-5 mál beinavegin í seinna hálvleiki. Næstu 15 min. skiftus liðini um at skora, men EB gav ikki upp og tá ið 23 min vóru farnir var støðan 30-29. Tá ið 2 min vóru eftir var støðan 32-29, men tá fingu gestirnir 2 skjót mál, nærri komu gestirnir ikki, Pætur Johannesen fekk seinasta málið í dystinum tá ið hann skoraði til 33-31.
KÍF: Áki Hansen 4, Ari Magnussen 2, Fríði Weihe 6, Pætur Johannesen 6, Leivur Petersen, Pætur H. Stýlindal, David Boldsen 1, Atli Hammer, Hjalti Matras 5, Jann Dávur Dam, Eddi Joensen 8.
EB: Áki Ellendasen, Marni Durhuus 6, Pól Johannus Justinussen 7, Arnbjørn Hansen 9, Gert Hansen 7, Arnar Dam 1, Ásbjørn N. Nattestad, Rói Olsen, Hanus Olsen, Gunnar Zachariasen 1, ??lavur Ejdesgaard og Pætur D. Jacobsen.
Dómarar: Tony Weyhe og Teitur Joensen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald