Kappingarnevndin hjá HSF hevur, eftir áheitan frá Kyndli, endurskoðað løgdu leiksskránna fyri hálvfinalurnar í Coca-Cola kappingini.
Kappingarnevndin hevur í ár 26 vikuskifti at arbeiða við, tá hon leggur lands- og steypakappingina. VB hevur 24 landskappingardystir og í ár 4-5 steypadystir. Hesi tøl kunnu variera frá ár til ár, alt eftir hvussu dato fella, landsliðsvirksemi o.ø.
Hetta merkir, at einstakir dystir hjá VB eisini mugu liggja mitt í viku, tað kunnu vera bæði úti- og heimadystir. Fríggjadagur verður roknaður, sum ein miðvikudystur. Hetta merkir samstundis, at leikarar kunnu koma út fyri, at hondbólturin kann ávirka skúla, arbeiði og privatlív. Hetta eru fortreytirnar fyri hondbóltkappingini í Føroyum í løtuni og eru tað feløgini á limafundi, sum hava avgjørt longdina av kappingini. Kappingarnevndin strembar tó eftir, at leggja hesar miðvikudystir so skynsamt sum gjørligt, bæði fyri tey, sum skulu norðanfjørðs, og tey sum skulu sunnanfjørðs. Í vikuskiftunum liggja heimadystirnir hjá VB í hvonndeildini í høvuðsheitum sunnudag og hjá ungdómsliðunum, sum skulu norðeftir liggja dystirnir í høvuðsheitum leygardag ml. kl. 12.30 og 15.00, alt eftir hvussu langt tey skulu. Eisini skulu úrvalsvenjingarnar har VB luttekur liggja ávís tíðspunkt.
Kappingarnevndin ásannar, at hálvfinalurnar kundu verið øðrvísi lagdar frá byrjan, og at aðrir møguleikar kundu verið troyttir í mun til løgdu landskappingardystirnar í vikuskiftinum. Hetta vil nevndin taka við í eftirmetingina til næsta kappingarár, soleiðis at kappingin er best fyri flest.
Í ljósinum av orðunum omanfyri og einari heildarmeting av støðuni, hevur kappingarnevdin avgjørt, at flyta Coca-Cola dystin VB ??? Kyndil til fríggjadagin 30. januar kl. 18.00. Í avgerðini er dentur lagdur á, at ferðasambandi er betri fríggjadagin og at Kyndil sleppur undan at liggja nátt í Vági. Somuleiðis hevur VB frívikuskifti og harvið ávirkar hetta ikki landskappingarskránna hjá VB, tað boðar kappingarnevndin frá beint nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald