Í gjárkvøldið kunngjørdi kappingarnevndin hjá HSF, at dysturin millum VB og Kyndil ??? seinni hálvfinaludysturin í CocaCola-kappingini hjá kvinnum - var fluttur til fríggjardagin, sum eftir ætlan átti at verða leikur mikudagin.
Á fundi í kvøld er avgjørt, at dysturin aftur skal flytast, dysturin verður nú leiktur klokkan 20:00 hósdagin í høllini í Vági, tað boðar HSF frá í kvøld.
Les eisini: 93% av teimum spurdu stuðla VB.
Starvsnevndin hjá HSF ásannar, at dystarleggingin av øllum hálvfinalunum hevur verið óheppin, tí m.a. liðini hjá Kyndli skuldu spæla á hvør sínum stað samstundis.
Avgerðin at leggja dystirnar á hendan hátt setti VB í eina óhepnu støðu, har felagið gjørdist partur av einum stríðsmáli, sum tað ongan lut átti í.
Starvsnevndin er beinanvegin farin undir at endurskoða kappingarleistin fyri hálvfinalurnar í steypakappingini til næsta ár, so ein tílík støða ikki endurtekur seg.
Kristian Johansen, formaður í HSF, sigur:
???HSF tekur fulla ábyrgd av, at hendan støðan kom í, tí dystirnir áttu at verið lagdir betur. Vit takka VB og Kyndli fyri í sátt og semju at hava loyst hendan knútin hondbóltinum at frama.???
Vigdis Nolsøe, forkvinna í VB, sigur:
???Vit í VB eru sera fegin um, at ein loysn er funnin á málinum, og at vit øll nú kunnu savna okkum um hondbóltin, sum vit elska so nógv. Nú gleða vit okkum bara til ein góðan dyst.???
Uni Arge, formaður í Kyndli, sigur:
???Vit hava havt ein sera góðan fund í dag, har Kyndil, VB og HSF í besta sóma hava tosað seg til rættis, so málið kundi fáa ein enda. Vit hyggja nú frameftir í besta ítróttaanda og gleða okkum til dystin.???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald