2018-05-08 13:50

Tað eru teir tríggir, Ísak Petersen, Tummas Anthoniusen og Símun Grúkaskarð, ið nú hava keypt Dýrindal, ella Karin, sum trolbáturin hevur verið nevndur seinastu árini. Dýrindal er bygdur á Íslandi í 2002 til Haraldsundar. Seinni seldur til Suðuroyar har hann var í eini trý ár ella so, men bleiv so aftur seldur til Hvalvíkar, har hann hevði heimstað nú, Dýrindal aftur er seldur til Klaksvíkar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald