
???Men henda dýrgripin hava vit í leirkeri, fyri at hin ovurmikla kraftin skal vera Guðs og ikki frá okkum.???Seinna korintbrævið, kapittul 4, ørindi 7.
Hitt sterkasta og dýrasta í tí veikasta og bíligasta -- dýrgripurin ??? leirkerið.
Á andaliga økinum hoyrist ofta spurningurin: ???Hví tala nøkur prædikufólk so ofta um tað veikasta? Hví hava tey eina ???neyðargudfrøði??? heldur enn eina ???dýrdargudfrøði???? Hví tala tey ikki meira um okkara styrki og møguleikar? Tíí tímiligum viðurskiftum verður lagdur dentur á okkara evni, okkara dygdir, okkara stóru avrik!???
Tá iðtalan er um okkara viðurskifti við Guð, ger tað øvuta seg galdandi. Bibliuversið omanfyri sigur nakað um tað. Man nakar goyma tað dýrasta, hann eigur, í síni veikastu goymslu? Nei, men tað ger Guð. Um tvey av kirkjuliðunum í Lítlu Asiu sigur Jesus, at annað er vesælt meðan hitt hevur lítlan mátt. Kirkjuliðið í Laodikeu fær ikki rósandi orð. Við tað verður sagt, at tað er vesælt, meðan kirkjuliðiðð í Filadelfiu fær bara uggandi orð. Við tað verður sagt, at tað hevur lítlan mátt. So er lítil máttur ikki vesældómur, men evangelium.
ì brøvunum til kirkjuliðini í Opinberingini, er tað bara tveimum, ið ikki verður funnist at. Tað er kirkjuliðið í Smýrnu og kirkjuliðið í Filadelfiu. Jesus skrivar sjálvur brøvini til teirra, og einki hevur hann at finnast at hjá teimum. Hesi bæði kirkjuliðini munnu so hava havt tað frálíkt, ja, har má hava valdað tann reina dýrd, halda vit. Men lurta eftir hvussu frálíkt alt er hjá teimum. Í Opinberingini kapittul 2 og 3 verður m.a. sagt við kirkjuliðið í Smýrnu: ???Eg veit um trongd tína og fátækt tína ... tú verður spottað av samkomuhúsi Sátans ... djevulin skal kasta nakrar av tykkum í fongsul???. Og við kirkjuliðið í Filadelfiu verður sagt m.a.: ???Eg havið latið dyr standa opnar fyri tær, sum eingin er mentur at lata aftur, tí at tú hevur lítlan mátt ... eisini har lati eg nakrar av samkomuhúsi Sátans koma ... og tú skal gjøgnum freistingarstundir.??? Tað sá nú ikki so frálíkt út, sum vit hildu.
Á sama hátt hevur Paulus sagt um sína egnu støðu: ???Verð sterkur í náðini í Kristi Jesusi,??? skrivar hann til Timoteus, meðan hann situr fangi í Róm. Og hann sigur um sítt egna máttloysi, tá ið hann rósar sær av tí, at tá er hann sterkur; tá kennir hann, at náðin er nóg mikið: Máttur Guðs verður fullkomin í máttloysi.
Henda dýrgrip hava vit í leirkeri. Dýrgripurin er sælan í Jesusi Kristi. Leirkerið er náðaðir syndarar. Tað eru Paulus og øll hini. Dýrgripurin er tað dýrasta og sterkasta, sum til er. Leirkerið er tað bíligasta og veikasta, sum finst. Her er vert at hugsa um samansetingina, tá ið leirkerið fær uppgávuna at vara um dýrgripin. Búnýti úr leiri var tað bíligasta á bíbliunnar samtíð, og eisini var tað tað veikasta. Einki toldi tað, um ikki var farið sera varisliga um við tí. Men í sær kundi tað goyma dýrabarar lutir. Soleiðis er eisini menniskja í mun til dýrgrípin. Tað átti at givið orsøk til eyðmýkt og størsta varsemi. Henda dýrgrip, hesa sælu hevur Guð lagt niður í eitt veikt mannabarn, ið er sum eitt leirker. Eitt lítið skump, ein lítil stoytur, ella tað skuldið gloppið úr hondunum, og rivur koma í, sum ongantíð fara burturaftur, tí tað ber ikki til at umvæla leirkerið eftir at tað hevur verið í ovninum. Hesi ker vildi Guð brúka. Tað, sum lítið var, útvaldi Guð sær. Hann kundi havt valt sær onnur ker til brúks. Eingin kundi forða honum at sent legiónir av einglum yvir sína egnu jørð við boðum um tað miskunn, sum hann veitir. Gullker og silvurker, ja, sjálvt jarnker høvdu verið nóg sterk í tænastu hansara. Men so valdi hann sær leirkerini. Hví mundi hann gera tað? Vit vita ikki. Vit vita bara at hann, hin almáttugi, hevur skapað okkum soleiðis. Jesaja hevur eitt so talandi dømi um hetta: ???Má leirið metast javnt við meistaran, so at smíðið kann siga við smiðin: Hann hevur ikki gjørt meg????
Her krevst ansni, so at vit ikki býta um uppá hetta - at vit ikki gera okkum sjálv til dýrgripin, tað sterka, at vit ikki gera kerið til frelsuna, tí so er hon dømd at miseydnast. Lat leirkerið vera tað, tað er, og dýrgripin vera tann, hann er. Tess veruligari leirkerið er, tess bjartari skínur dýrgripurin úr tí. Men fara vit at prýða um kerið, kámast dýrgripurin í tí. Eyguni verða vend móti kerinum heldur enn móti dýrgripinum.
Tá ið vit syngja: Sælasta vissa, Jesus er mín, er ikki bara talan um ein sang við einum løttum lagi. Teksturin merkir ikki bara at vera tryggur og lukkuligur. Hugsi, at tá ið Lina Sandell, hvørs lív vit kenna eitt sindur til, yrkti sangin, hevur hon ikki meint við eina lukkuliga trygd, sum hon følir, tí at tað er ikki tað sama sum at vera sælur. Sæla hvílir ikki í kenslum, hon er eitt bíbilskt hugtak og kann ikki brúkast í øðrum høpi. Tað hevur verið frammi, at tá ið vit skulu hava nýggja bíbliutýðing, hevði verið tíðarhóskandi at orðið sæla varð skift út við lukkuligur, soleiðis at tað eitt nú í fjallaprædikuni kemur at standa: Lukkulig eru tey í andanum fátæku ... tey hjartareinu ... tey spaklyntu o.s.f. Men sæla og lukkuligur er fyri tað hvør sítt. Lukkuligur er ein, sum hevur vunnið eina uttanlandaferð við Norrønu ella ein vinning í Gekkinum. Hann ella hon eru kanska lukkulig, men tey eru ikki sæl fyri tað. Sælur er at vera hjartans eydnusælur. Brorson kendi óivað til ta veiku, svikaligu trygdina í sær sjálvum. Tí kundi hann eisini vera nokk so avgjørdur, tá ið hann yrkti. Hann tekur til í einum sálmi:
Ak den forbandede sikkerhed
er blevet mig en slange,
som gør os livets veg så bred
og har forført så mange.
Vissa er ikki bara eitt tómt leirker. Dýrgripurin má vera í tí. Bera vit dýrgripin, ger dýrgripurin okkum dýrabar. Hesin dýrgripur er í leirkeri. Tá ið hin ??ndi stríðist móti trúgv okkara, munnu vit kenna hetta: Kerið er bara av leiri. ???Illimaður hevur fingið so nógv at gera í seinastuni,??? segði gamla Marin eitt kvøldi á møti. ???Tað er sum um hann teskar mær í oyra: ???Bíða bara, Marin, eg fái teg nokk til endans!??? Og eg svarið honum: ???Ja, eg veit at mær ert tú ikki bangin fyri, men eg krógvi meg aftan fyri Jesus, og hann torir tú ikki at nema!???
Seinni partur av bíbliuversinum sigur: ???Fyri at hin ovurmikla kraftin skal vera Guðs og ikki frá okkum.??? Guð gevur ikki kraft sína frá sær til menniskju og situr síðani eftir máttleysur. Nei, við síni kraft hjálpir og ber hann børn síni. At vera sterkur í náðini, er at vera borin í Guðs hondum. So er tað líka mikið, hvat vit føla, um vit eru bjartskygd ella svartskygd, sjúk ella frísk, um tað er kríggj ella friður, stormur ella logn, lív ella deyði, bara hond hansara heldur okkum.
Tann, ið hevði duga at lagt seg trygt í hesar hendur. Vit halda okkum duga so nógv betur sjálv, og vit gera metingar at hvørjum øðum, hvør nú man vera sterkastur. Tey, ið halda seg eiga nógva trúgv, skilja seg frá teimum, ið tey halda eiga lítla trúgv. Kortini eru vit øll av sama tilfari, sum bara náa heim um Guðs ovurmikla kraft ber okkum.
Eitt annað við leirkerinum er, at tað styrknar ikki við árunum. Tað verður verandi tað, tað er. At ganga fram í halgan og reinleika, er ikki tað sama sum at fara í hált við at væla um leirkerið, um likamið, tí tað verður brotið niður og viknar eftir einum áramáli, og ein dagin fer tað í smildur í deyðanum. Tá ræður um at tað smildrast í Guðs hondum, tí so ger tað einki; hann dugir at samla pettini samanaftur. Har fer einki til spillis. At ganga fram í halgan og reinleika er at lata frelsuna, dýrgripin, lýsa fram um tað menniskjaliga, so at vit endurspegla Jesus og ikki okkum sjálv.
Henda dýrgripin hava vit í leirkeri. Verður leikerið borið av eymun hondum, ger tað so lítið, um kerið er av veikum tilfari. Og Jesu hendur eru eymar:
I dine hænder intet ødes,
som ikke netop knuses skal.
Tak, at du lod den vished fødes,
da alt mit eget stod for fald.
Tak, tak, jeg selv i striden kender,
at jeg er gemt i dine hænder.
John Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald