Vit mugu siga tingini, sum tey eru: Samgongufólk lóggeva og taka partapolitiskar avgerðir í landsstýrinum fyri at sæta sær og sínum ??? fyri 100-tals millónir
Ja, nógv hava lastað okkum í Tjóðveldi fyri at ávara aftur og aftur fyri løgtingsval ??? og eftir løgtingsval ??? um fámannaveldi, valdsmisnýtslu og lóggivna korrupsjón. Vit hava rópt tað ???gávubúðina hjá Fólkaflokkinum???, har fólksins ogn av einstøkum persónum verður givin til úrvaldar persónar, ið stuðla ella standa teimum somu persónunum nær.
Eg havi tilvitað skrivað tað út alment fleiri ferðir, at samgongan og navngivnir tingmenn Fólkafloksins lóggóvu eftir nøkrum fáum døgum eftir løgtingsvalið virðir fyri minst 80 mió. kr. árliga í part til tvey ávís feløg: Ávikavist felag hjá svági fólkaflokstingmanninum Jákup Mikkelsen og eitt felag, sum formaðurin í tingbólki fólkafloksins Christian Andreasen, umboðar beinleiðis.
Og hetta var bert eitt lítið dømi um eina ítøkilig broyting, sum teir trýstu ígjøgnum fyri seg og síni. Samstundis lóggóvu teir virðini av fólksins ogn í 12 ára loyvum fyri minst 36 milliardir krónur yvir 12 ár til tey størstu feløgini, ið høvdu mest frammanundan. Har hesi fingu loyvi at keypa og selja loyvir frítt ??? eisini til og millum feløg við útlendskum ognarluti.
Rán á alljósum degi
Nú hava so onnur samgongufólk gjørt krav uppá at gerast partur av valdsmisnýtsluni fyri tann lítla partin av uppsjóvarkvotum, ið teir ikki góvu til teir størstu í tí størsta ráninum.
Og í øllum hesa rópa Fólkaflokkurin og løgmaður tað ???tryggar karmar???. Ja, eg meini tað! Tryggar karmar ??? fyri seg og síni og ongan annan.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur alment, at hann persónliga kann býta út kvotur til feløg eftir egnum høvdi og egnari meting. Hann svarar ósmæðin í fyrispurningi til undirritaða, at hann hevur ikki fylgt tilmælum frá fyrisitingini, tá ið hann býtir út virðir fyri 100-tals milliónir til vinnuligar royndir og verkætlanir og ískoytiskvotur.
Hvørjum hevur hann so fylgt?
Ja, hyggið eftir úrslitunum. Vit eru bæði blind og deyv, um vit ikki síggja og hoyra, at talan er um partapolitiskar rossahandlar og korrupsjón.
- Eitt skip við kvotu til felag, sum systkinabarn Christian Andreasen, formanni í tingbólki Fólkafloksins, eigur og stendur fyri. Og sum Christian Andreasen sjálvur umboðar sum advokatur. Eitt felag, sum verður stovnað á skrivstovuni hjá Christiani Andreasen í Havn, men flutt til Suðuroyar mitt undir viðgerðini ??? uttan iva við uppíblanding frá tingmonnum sambandsfloksins.
- Kvotur til eitt felag, sum fyrrverandi tingmaður Fólkafloksins eigur og sum er bróður núverandi tingmann hjá Fólkaflokkinum.
- Kvotur til eitt felag, ið tingmaður hjá Fólkaflokkinum, Brandur Sandoy eigur í.
Tað moralska forfallið
Tey, ið reka hesi feløg, kunnu ikki lastast. Tey hava søkt sum onnur, og eru uttan iva dugnalig skilafólk.
Tað er politiska skipanin, ið hevur ábyrgdina, og dregur tey inn í sítt valdsspæl og letur partapolitikk og rossahandlar gera av, hvør sleppur framat at reka vinnu.
Tá ið rán á alljósum degi, valdsmisnýtsla og korrupsjón sleppur at ganga fyri seg og vaksa undir einum løgmanni, ið ikki hevur eftirlit við nøkrum, so er tað moralska og demokratiska forfallið fullkomið. Sum eisini skilafólk í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum hava ávarað ímóti.
Ongin skomm verður skapt í nøkrum, tí tey halda seg sleppa avstað við øllum.
Samstundis situr fjøld av dugnaligum fólki kring landið, sum hevur kýtt seg og brúkt pening og roynt at lúka allar treytir fyri at skapa virðisøking, menning og nýskapan.
Tey hava ongan kjans, tá ið politikarar halda seg hava rætt at sita og býta á skinninum.
Veit, at fólk halda hetta vera ógvusliga sagt. Men onkuntíð mugu vit siga tingini, sum tey eru.
Hetta er dundrandi korrupt. Hetta er valdsmisnýtsla og moralskt forfall. Og eg bíði framvegis eftir stevningini fyri ærumeiðing ella bakbit.
E.S. Nú veit eg, at mótálopið og royktámið fer at verða, at hetta er bara sum í undanfarnu samgongu við menningarkvotunum. Men álvaratos. Tað kann eg sjálvsagt staðiliga afturvísa. Sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum var trýstið sera, sera stórt, bæði frá peningasterkum (enntá útlendskum) kreftum og politisku skipanini sjálvari, men eg helt meg altíð fult og heilt til fakligu tilmælini frá nevndini, og allar avgerðir og grundgevingar vórðu lagdar alment fram. Tað kann ein og hvør kanna seg fram til.
Høgni Hoydal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald