Politikkur

Duldar dagsskráir og ræðuskítar

...

2015-08-23 19:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú øll kappast um at sleikja afturpartin á veljaranum og vallyftini vella út omanyvir okkum sum glopraregn av himni, kann eg ikki lata vera við at rópa varskó!

Lyftini og føgru orðini er eitt, men hvat býr inniundir er ómetaliga umráðandi. Hvørja dagsskrá hava flokkarnir og tann einstaki politikkarin.

Familjan og hjúnabandið eru kjarnin í okkara samfelag. Um familjurnar og børnini trívast og hava tað gott, so eri eg vísur í at Føroyar gongur framá!

Tað snýr seg um at gerandisdagurin verður lættari og fíggjarligu korini betri hjá teimum føroysku familjunum. Hetta virka vit øll íðin fyri í Miðflokkinum.

Um tú velur meg ella ein og hvønn annan á lista H, so er tað púra greitt, hvørji virðir og dagsskrá er galdandi!

Sannleikin er ofta illa lýddur, men eg kann ikki siga tað sama um fleiri av hinum politisku flokkunum, sum stilla upp.

Endamálið við tí eg skrivi nú er at gera vart við, at velur tú nakran annan flokk enn Miðflokkin, so er ikki vist, at tú greitt veitst hvøjri virðir ella dagsskrá eru galdandi.

Ok, við lista C, E & F tá er nokk eingin ivi um at kristnu virðini standa púra greitt ímóti teirra hugsjón. Tey vilja ella tora kanska ikki at viðurkenna hetta, tí tey eru bangin fyri at missa atkvøður, nú tað er so tætt uppundir val.

Heldur ikki við lista A, B og D kanst tú kenna teg heilt tryggan. Teir tykjast ikki heilt vita sjálvir hvat teir vilja, tí teir innanfloks ikki eru komnir ásamt um tey kristnu ella sekuleru virðini skulu seta dagsskránna.

Tak eitt nú kjakið um hjúnabandið. Hettar er næstan vorðið eitt ???episkt??? samtalu evni, ið flokkar brúka at tekkjast veljarum. Politisk korrektheit og populisma trumfa trúarfrælsi og rættin hjá fólki at skriva og siga sína hugsan, uttan at verða álopin. Hetta havi eg, og onnur við mær, merkt á mín egna kropp á ymsan hátt, sum eg tó ikki skal koma nærri inn á her. Lukkutíð lukkaðist tað okkum at fáa ein meiriluta av tinginum at standa saman við okkum um at verja kristnu virðini.

Eg vóni, at eg og Miðflokkurin fáa tín stuðul til valið 1. Septembur, so at vit framhaldandi kunnu standa á odda í at verja kristnu virðini og føroyska samleikan á tingi!

Gott val!

Rani Andrasson Skaalum

Valevni fyri Miðflokkin

Les fleiri lesarabrøv her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder