2016-03-16 17:56

Seinnapartin í dag rendi ein bilur á ein drong í Sandavági, bæði sjúkrabilur og løgreglubilur blivu sendir á staðið, hetta veit portal.fo.
Av løgreglustøðini verður sagt, at drongurin var koyrdur á sjúkrahúsið til kanningar, men at eftir umstøðunum hevði drongurin tað gott, og tað stóð ikki um lív.
Tað er tó ikki heilt greitt enn, hvat er farið fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald