Politikkur

Dreymar kosta einki ??? men veruleikin kann onkuntíð kosta

...

2018-04-09 07:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tjóðveldi hevði floksting í Klaksvík hetta vikuskiftið. Eitt sum frættist frá fundinum var, at nú skal veruliga nakað gerast fyri at stovnseta føroyska statin. Fíggjarliga gongur so væl í Føroyum í løtuni, at nú kunnu vit altíð gera okkum leys av ríkisveitingini varð sagt.

Men eitt eru orð og annað eru gerðir. Løgtingið hevur júst havt 1. viðgerð av uppskotinum um játtanarkarmar fyri 2019, sum Kristina Háfoss, landsstýriskvinna fyri Tjóðveldi, hevur lagt fram. Sambært uppskotinum fer landskassin at hava 400 mió. krónur í avlopi í 2019. Men Kristina Háfoss sigur, at 300 mió. krónur av hesum pengunum eiga ikki at verða taldar við í avlopið, tí tað eru pengar, sum eru komnir frá forskattaðum pensjónum ??? altso lán frá okkara eftirkomarum. Hetta er tí ikki partur av tí ???veruliga yvirskotinum???. Avlopið er sostatt bara 100 mió. krónur, hóast landskassin fær heilar 642 mió. krónur í blokkstuðli úr Danmark, umframt at ríkiskassin rindar aðrar almennar útreiðslur í Føroyum.

Um vit trekkja tær 642 milliónirnar frá avlopinum, so er talan um eitt undirskot á meira enn hálva milliard - í bestu tíð sum vit nakrantíð hava havt her á landi, við einum arbeiðsloysið sum liggur niðri móti tveimum prosentum. Skulu vit eisini rinda hinar útreiðslurnar, sum ríkiskassin rindar uttanum blokkstuðulin, so er undirskotið uppaftur størri.

Sagt verður, at pengar verða spardir upp í Búskapargrunninum, og at ein partur at uttanlandsskuldini er goldin, meðan hetta landsstýrið hevur sitið. Men so leingi sum yvirskotið er minni enn tað, sum kemur úr Danmark, so er eisini øll uppsparingin donsk, og tað sum verður goldið av skuld er eisini goldið við donskum pengum.

Dreymar kosta einki ??? men veruleikin kann onkuntíð kosta.

Helgi Abrahamsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder