FSF: Steypafinalurnar 2016: Fríggjakvøldið verður lagt fyri í stóra steypafinaluvikuskiftinum hjá FSF, tá finalan í kappingini fyri Dreingir U18 verður á skránni. Og aftur í ár eru tað NSÍ og HB, ið hittast í finaluni. Í fjør vunnu teir reyð-svørtu 3-2.
Fríggjakvøldið verður hol sett á stóra steypafinaluvikuskifti, sum í ár kortini verður spælt yvir tvey vikuskiftir. Og tað verða somu lið sum í fjør, NSÍ og HB, sum hittast í fyrstu finaluni, ið er finalan um Thomas Dam Intersport Steypið, steypakappingin fyri Dreingir U18.
Tá liðini hittust í finaluni í fjør vann HB 3-2, og tí er lítið at ivast í, at hesaferð vilja runavíkingar hava uppreisn og hevna steypatapið fyri einum ári síðani. Men HB'ararnir ætla sær uttan iva eisini at vinna, og tí er lagt upp til ein spennandi dyst ímillum tvey góð lið. Kortini er torført at meta um, hvat vit kunnu vænta í finaluni fyri Dreingir U18. NSÍ og HB hava nevniliga ikki spælt ímóti hvør øðrum higartil í hesum kappingarárinum.
- Vit hava eitt sterkt lið, tá allir leikararnir eru tøkir. Tað eru teir sjáldan til vanligu dystirnar hjá okkum, men í steypafinaluni vera vit rættuliga væl mannaðir. Eg kenni ikki so nógv til NSÍ, tí vit hava ikki møtt teimum enn í hesum kappingarárinum. Men vit vænta okkum ein harðan dyst, sigur Jan Mølvad Laursen, venjari hjá HB.
Fyrrverandi málmanslegendan, Jens Martin Knudsen er venjari hjá NSÍ, og hann er heldur ikki í iva um, at vit kunnu vænta okkum eina spennandi finalu fríggjakvøldið. Bæði liðini eru mannaði við góðum spælarum, har fleiri av teimum hava spælt í EFFO-deildini, umframt at fleiri hava verið partur av yngru landsliðunum.
- Tað er einki undarligt í, at tað eru júst hesi bæði liðini, ið skulu spæla steypafinaluna. Bæði feløgini hava lagt nógva orku í ungdómsarbeiðið, og í ítrótti er tað sera einfalt: Tað, sum felagið leggur í ungdómin, fær felagið tíggju ferðir aftur, sigur Jens Martin Knudsen.
Finalan um Thomas Dam Intersport Steypið verður á Tórsvølli fríggjakvøldið 26. august klokkan 19:00. Dómari verður Súni Fríði Barbá. Hjálpardómarar vera Jan Hermansen og Rani Skaalum, meðan Janus Fossdalsá verður 4. dómari.
---
Atgongumerkir til Løgmanssteypið, sum verður leygardagin 27. august klokkan 18:00, kunnu keypast her:Atgongumerkjasølan / Løgmanssteypið 2016
Týsdagin klokkan 11:10 vóru 3.200 atgongumerkir seld til finaluna millum KÍ og Víking.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald