2015-05-06 02:58
07Vestur skrivar:
Dreingir U18 vunnu í gjárkvøldið uppibornan sigur á samanlagda EB/Streym og Skála liðinum. Sjúrður Ellingsgaard Petersen og Høgrni Egilstoft Nielsen skoraðu okkara mál.
Liðið: Silas Eyðsteinsson; Høgni E. Nielsen, Niels Mouritsen, Dann Fróðason, Sjúrður E. Petersen, Rói Hansen, Asbjørn Heðinsson, Teitur Olsen, Jóannis á Steig (L), Fríði S. Joensen, Sjúrður Olsen.
Eyka: Jóhan Petur Vang, Heini Berglíð, Jógvan Sigurð Hattarstein, Brandur Hovgaard, Martin H. Dam.
Dysturin bleiv spældur á Skála og gjørdist tað 2. sigurin í trekk, eftir trivaliga 6-2 sigurin móti FC Suðuroy í steypakappingini sunnudagin 26. apríl.
Hesu ferð vóru tað so okkara dreingir, ið løgdu seg á odda í fyrra hálvleiki. Tað varð Sjúrður E. Petersen, sum skoraði hetta fyrra málið.
10 minuttir inni í 2. hálvleiki tvífaldaði Høgni E. Nielsen leiðslu okkara, og vit høvdu fult kontrol á dystinum inntil 10 minuttir vóru eftir.
Í 80. minutti sá tað út sum um dómarin skuldi markera seg. Púra óskiljandi, valdi hann at geva Silasi, málverja okkara, annað gula kortið, hóast tað heldur skuldi verið hann, ið átti frísparki. Har var so einki at gera, uttan at koyra Sjúrður Olsen í málið síðstu løtuna.
Tað endaði so eisini við, at heimaliðið fekk minkað um munin, men so heldur ikki meira. Vit vunnu dystin 2-1 og harvið tey trý stigini!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald