Steypafinalan um Cadbury Steypið, ið er kappingin fyri Dreingir U14, verður í ár ímillum B71 og HB. Sandoyingarnir vilja gera havnamenninar til favorittar, men trúgva kortini uppá møguleikan.
- Steypafinalan er partur av eini ferð, ein ferð, har vit taka av teimum avbjóðingum, ið vit møta, við tí fyri eyga, at mennast sum fótbóltsspælarar og menniskju. Soleiðis sigur Jonathan Warner, venjari hjá U14-dreingjaliðnum hjá B71.
Leygarmorgunin skulu unga dreingirnir av Sandi spæla finaluna um Cadbury Steypið. Mótstøðuliðið verður HB, og tað er einki at ivast í, at teir reyð-svørtu úr Havn eru favorittar. Men sandoyingarnir ætla at geva sínum javnaldrum úr høvuðsstaðnum ein skarpan gang.
- Vit eru væl vitandi um, at avbjóðingin, ið bíðar okkum leygardagin, er stór, og at vit als ikki eru favorittar. Men vit trúgva fult og heilt uppá, at vit kunnu sigra, og fara at geva alt fyri at fáa steypið í Sandoynna, sigur Jonathan Warner.
Fyri dreingirnar í HB verður talan eisini um eina spennandi uppliving. Eingin, undantikið ein, sum sat á beinkinum í finaluni í fjør, hevur spælt steypafinalu áður. Og hóast teir eru favorittar, so verður einki tikið fyri givið, og eingin í HB ivast í, at tað skal stríðast fyri einum møguligum steypasigri.
- Finalur eru altíð nakað serligt. B71 hevur eitt sterkt lið, og vit vænta harða mótstøðu frá sandoyingunum. Men vit ætla okkum so avgjørt at vinna dystin, sigur Rasmus Nolsøe, venjari hjá HB.
Finalan um Cadbury Steypið verður leygardagin 27. august klokkan 10:00. Dómari verður Áron Vest, og hjálpardómarar vera Kristian G. Joensen og Kristian Bjartalíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald